Tað var í heyst í fjør, at smærru havnafeløgini, FC Hoyvík og FF Giza, tóku samráðingar upp um eina samanlegging, og seinni í vetur í fjør komu tey ásamt um at samstarva og síðani seinni eftirmeta, um ein samanlegging skal gerast.
FF Giza, sum er sprottið burturúr gamla felagnum NÍF, er eitt ungt felag, sum í fjør hevði fýra manslið og eitt kvinnulið meldað til landskappingina. Fremsta manslið felagsins tryggjaði sær uppflyting til triðbestu deildina, og somuleiðis sum gamla Bóltfelagið Fram, FC Hoyvík, flutti niður úr 1. deild í 2. deild, valdu feløgini at samstarva.
Samstarv styrkir
Tað er júst hetta við at feløgini í einari samantvinning kunnu styrkjast sum eitt felag, ið hevur vigað nógv undir samráðingunum hjá feløgunum báðum.
- Vit hildu hetta ljóðaði spennandi av fleiri orsøkum, m.a. tí at ein við hesum kundi leggja tvey lítil feløg saman og blíva til eitt sindur størri felag. Bæði fyri fáa meira slagmegi mótvegis eitt nú Tórshavnar Kommunu um ein nýggjan vøll, men eisini fyri styrkja um leiðsluna í feløgunum. Tá hugsi eg serliga um nevndina, har ábyrgdin kann leggjast á fleiri herðar, sigur formaðurin í FF Giza, Andrass Thomsen, og leggur afturat:
- Aftrat hesum, so hevur FC Hoyvík heimavøll í Gundadali og hevur eitt fínt hús har. Vit mettu, at vit við hesum kundi komu standa sterkari, um vit høvdu eitt fast stað ístaðin fyri at leiga frá AB, sigur hann.
Fyribils kallar felagið seg Giza/Hoyvík og eru virkandi formenninir Andras Thomsen úr FF Giza og Fróði Danielsen úr FC Hoyvík. Feløgini eru framvegis ikki alment samanløgd.
- Endalig avgerð um samanlegging ella ikki skal takast aftaná kappingarárið 2013. Men vit ætla okkum longu aftaná kappingarárið í ár at endurskoða samstarvið, og vit vóna, at alt hevur gingið so
væl, at vit kunnu leggja feløgini endaliga saman, sigur Andrass Thomsen.
Um støðan verður tann, at feløgini leggja saman, fara feløgini eisini at umrøða, um nýtt navn og búmerki skal finnast til felagið.
Riggar væl
Samtyktirnar í móðurfeløgunum eru framvegis ikki broyttar, men tiltøk eru longu sett í verk mótvegis einari framtíðar samanlegging.
- Bæði feløgini hava so eitt umboð í einari felagsnevnd, ið tekur sær av øllum, ið hevur við samstarvið millum feløgini at gera. Hetta hevur rigga sera væl, og tryggjar hetta eisini, at einki kann vera gjørt, uttan at bæði feløgini eru samd um hetta, vísir Andrass Thomsen á.
Ítróttarliga gongur eisini væl hjá felagnum, sum skal luttaka í triðbestu deildini hetta kappingarárið. Meirilutin av leikarahópinum er úr gamla FF Giza, men eisini fleiri eru úr gamla FC Hoyvík umframt at nakrir nýggir leikarar eru komnir til.
- Ítróttarliga sær tað gott út, og talið av leikarum veksur næstan fyri hvørja viku. Vegna plásstrot á vøllinum í Tórshavn, so hava vit ikki møguleika fyri at hava fleiri lið, men vit kundi lættliga havt eitt ella tvey lið aftrat, um vit høvdu betri umstøður til tess, sigur Andrass Thomsen.
Samstarvsfelagið hevur longu sett sær eitt mál fyri kappingarárið, sum stendur fyri durum.
- Vit hava sett okkum sum málsetning fyri 2. deild, at vit skulu enda í ovaru helvtini av kappingini, og so ætla vit okkum sjálvandi at enda frammanfyri Undrið FF. Í lægru deildinum kann tað vera eitt sindur torført at meta um styrkina á hinum liðunum áðrenn kappingin byrjar, men vit fara sjálvandi altíð á vøllin fyri at vinna, og fara eftir at enda so ovarliga sum tilber. Um hetta er nokk til uppflyting til 1. deild, tað má tíðin bara vísa, sigur Andrass Thomsen og peikar á, at liðið eisini ætlar at gera seg galdandi í steypakappingini.
- Í Løgmanssteypinum spæla vit ímóti MB í fyrsta umfari. Vit ætla okkum at vinna hendan dystin, og um vit vinna hendan dystin, so møta vit AB í næstan umfarin. Tá talan er um steypakappingar, tá kann alt henda, og vinna vit MB, so fara vit sjálvandi eisini á vøllin fyri at vinna ímóti AB
Vilja hava egnan vøll
Fyri nøkrum árum síðani skifti bóltfelagið Fram navn til FC Hoyvík. Æltanin var, at teir skuldu fáa egnan vøll í Hoyvík, men hetta dróg út og við keðiligum venjingartíðum og soltnum leikaratilfeingi máttu teir kýta seg fyri at hanga í.
- Við kappingarenda í fjør stóðu vit við eitt vegamót, har vit sóu hvagar leiðin bar, og tí settu vit okkum niður at tosa um hvussu vit skipaðu okkum í framtíðini. Vit vórðu fangaðir í lyftum um at sleppa til Hoyvíkar at leika fótbólt, tá ið vit í 2008 vunnu 2. deild og tískil skiftu navn frá Fram til FC Hoyvík. Tað er ikki nógv hent viðvíkjandi vøllinum og flyting til Hoyvíkar, hóast óteljandi fundir og samskifti við býráð og politikarar, sigur formaðurin í FC Hoyvík, Fróði Danielsen, og peikar á, hvussu teir við bara 30 leikarum stríddust og megnaðu at yvirliva í trý ár í næstbestu deildini.
Andrass Thomsen tekur undir við, at tørvur er á egnum vølli í Hoyvík.
- Vit vóna, at ein vøllur kemur í Hoyvík skjótt. Vit skulu á fund við Tórshavnar Kommunu í næstum um hetta, og aftaná tann fundin vita vit allarhelst meira um, hvussu alt hetta verður, sigur Andrass Thomsen.
Stórfelag
Tað er ikki uttan grund, at teir ynskja sær egnan vøll. Giza/Hoyvík telist nevniliga millum størstu feløgini í landinum, um vit bara hyggja at vaksnamannafótbólti. Til komandi kappingarár hevur felagið tilmeldað eitt lið í 2. deild, trý í 3. deild og tvey í 2. deild hjá kvinnum. Tað er bara eitt annað felag, ið hevur so nógv feløg tilmeldað í vaksnamannadeildini, og tað er Víkingur.
Giza/Hoyvík vísir á, at ein nýggjur vøllur skapar umstøður fyri at birta lív í ungdómsarbeiðið.