Samstarv við partroling eftir makreli

Tey fýra skipini, Tróndur í Gøtu, Finnur Fríði, Jupiter og Fagraberg, partrola eftir makreli undir Føroyum. Hetta samstarv riggar væl og tryggjar bestu góðsku og prís

At hesi fýra skipini partrola, er ikki nýtt. Tað hava tey gjørt onnur ár eisini.
- Skipanin hevur verið hon, at tann, sum er fyrstur á fiskifeltið, tekur fiskin inn og siglir til lands við veiðini. Tá fyrsta lastin hevur verið á veg til lands, hevur næsta skip átt tørn at taka fiskin inn og landa.
Varðin í Gøtu, sum eigur Trónd í Gøtu, Finn Fríða, Jupiter og Saksaberg, sigur, at síðani nýggja fiskipumpan, sum er nógv umrødd, varð tikin í nýtslu, hevur Finnur Fríði líka sum havt framíhjárætt at fáa fiskin fyrst.
- Hetta tryggjar jú bestu góðsku og harvið besta prísin, sum eisini kemur øllum fýra skipunum til góðar.
Varðin sigur, at tá Finnur Fríði er farin inn at landa, hava hini skipini partrolað sum vanligt. Tey hava tá tikið fiskin inn og landað eftir tørni.
- Tá Finnur Fríði so aftur er á fiskifeltinum, “sleppur” hann framat at pumpa frá hinum skipunum sum partrola. Hetta hevur riggað væl og kemur óivað at rigga uppaftur betri, tá Tróndur í Gøtu eisini fer at kunna pumpa beinleiðis úr trolinum, sigur Varðin í Gøtu.