Samstarva sum fiski- og havrannsóknir

Íslendingar og grønlendingar fara millum annað samstarva um at kanna makrelin.

Havrannsóknarstovnurin í Íslandi og grønlendska hav- og tilfeingisrannsóknarstovan, Grønlands Naturinstitut, fara nú at samstarva um hav- og fiskirannsóknir.

 

Sambært sáttmálanum skulu londini arbeiða saman um at kanna hav og fisk á leiðini millum londini bæði og felags fiskastovnar. Tann fyrsta verkætlanin verður í summar, tá íslendska rannsóknarskipið Árni Fríðriksson fer at gera rannsóknir eftir makreli í islendskum og grønlendskum sjógvi. 

 

Grønlendingar hava tillutað sær 100.000 tons av makreli í ár, og í vikuni settu íslendingar sína kvotu til 147.000 tons.