Føroyar-Ísland: - Eitt felags leikverk sum íslendingar og føroyingar skriva, og har fólk úr báðum londunum eru á palli og aftanfyri pallin í 2009?
Hetta ljóðar sum ein dreymur, men hetta kann kortini gerast veruleiki, um eitt uppskot til eina trý ára samstarvsavtalu millum Íslendska Tjóðleikhúsið og Tjóðpall Føroya gerst veruleiki.
Uppskotið varð lagt fram á einum mentunartiltaki, sum íslendska uttanríkisráðið skipað fyri hósdagin. Tað var stjórin í íslendska tjóðpallinum, sum legði hetta fram.
Við til framførsluna vóru bæði politikkarar, mentafólk og onnur áhugað. Og tað var ikki frítt, at hetta uppskotið fekk góða undirtøka millum fólk.
Spurningurin er - sum ikki einaferð - um peningur kann játtast. Henda spurningin fer m.a. Jógvan á Lakjuni at fáa um stutta tíð, í starvi sínum sum landsstýrismaður í mentamálum.
Í øllum førum verður her lagt upp til eitt sera forvitnisligt og spennandi samstarv, sum bæði londini fara at fáa stóra gleði av.
Gongst sum ætlað kemur avtalan í gildi á nýggjárinum og er í gildi til á sumri 2009.
Íblástur
Í útkastinum til hetta trý ára samstarvið verður sagt, at føroysku myndugleikarnir skulu gjalda eina ávísa upphædd og teir íslendsku ein aðra.
Skotið verður upp, at íslendingar skulu lata dupult so nógv í stuðli til samstarvið sum teir føroysku. Einki verður tó nevnt um upphædd.
Umframt hesa fíggingina so skulu bæði leikhúsini eisini søkja stuðul frá stovnum og privatum virkjum, og skal hetta tvífalda upphæddina, sum tey hava bundið seg til at gjalda.
Hetta er tann fíggjarligi parturin, men tann mentanarligi parturin leggur eisini upp til eitt sera gevandi samstarv.
Her verður m.a. sagt, at leikhúsini skulu vitja hvørt annað á hvørjum ári við einum av leikum sínum. Somuleiðis skulu gestaarbeiðarar frá hvørjum palli vitja á hinum staðnum, fyri at geva íblástur til víðari útbúgving og menning innan leiklistina.
Í triðja samstarvsárinum verður gjørt eitt felags leikverk sum dramatikari, leikstjóri, leikarar, scenografur ella ljóð- og ljósteknikari frá báðum londunum skapa og framleiða.