– Øll tey, sum vóru við í arbeiðnum at sløkkja stóra eldin á Varðanum í gjár, hava rós uppiborið. Og tað hava eisini øll tey, sum hjálpti til upp á allar mátar.
Tað sigur Henrik Weihe Joensen, sum er kommunustjóri á Tvøroyri og limur í tibúgvingabólkinum hjá Tvøroyrar kommunu.
Hann er eisini serfrøðingur í tilbúgving og ráðgevari á økinum
Í sambandi við eldsbrunan á Varðanum í gjár, hava tey skipað sær eina tilbúgvingarmiðstøð í skúlanum í Trongisvági, tí kommunuskrivstovan er í vandaøkinum, rundan um Virkið hjá Varðanum, haðani øll eru flutt burtur, tí vandamikið ammoniakk lak úr virkinum.
Hann sigur, at hesar næstu dagarnar verður arbeiðið og tilbúgvingin í sambandi við vanlukkuna, eftirmett.
Men Henrik Weihe Joensen heldur, at arbeiðið at sløkkja gekk sera væl, og at samstarvið ímillum sløkkiliðini og við landsmyndugleikarnar, var fyrimyndarligt.
Samstundis gjørdi løgreglan og sløkkiliðsfólkini úr allari Suðuroy, og tey, sum komu norðaneftir, eitt stórt arbeiðið, saman við skipunum, sum komu at hjálpa til, so tey hava øll stórt rós uppiborið sigur hann.
Hann heldur eisini, at tað hjálpsemi sum varð víst úr allari Suðuroynni, var heilt ótrúligt. Tað var fyrimyndarligt at síggja, hvussu fólk tóku seg saman at hjálpa til, sigur hann.
Um alla oynni vórðu hurðarnir lætnar upp at taka ímóti tvørafólki, sum noyddust frá húsi og heimi, uttan at vita, nær tey sluppu heim aftur.
Skúlar, ítróttarhallir, samkomuhús og privathús um alla oynna stóðu til reiðar at herberga fólki og har manglaði ongin nakað, tí á savningarstøðunum var ein javnur streymur av fólki, sum komu við mati og drekka til tey, sum vóru komin at leita sær skjól.
– Samstarvið hevur verið fyrimyndarligt, tvørtur um kommunumark og tvørtur um myndugleikamark og tað er so eitt positivt, vit kunnu taka við okkum á hesum degi, sum annars var so dapur, sigur kommunustjórin.
Og hann heldur, at alt hetta hevur víst eina samanhaldskraft, sum vit kunnu taka við okkum framyvir.