Samstarvið í rík­is­fel­ags­skap­i­num skal styrkjast

Løgmaður, Kaj Leo Holm Jo­hannesen, danski for­sæt­is­ráð­harrin, Helle Thorning-Schmidt og grønlendski lands­stýr­is­formaðurin, Kuu­p­ik Kleist høvdu í gjár ár­liga ríkisfundin. Fundurin var í ár hildin í Igaliku í Suð­ur­grø­n­landi.

Á skránni var m. a. menn­ing av sam­starvinum í rík­is­fel­ags­skap­i­num. Stjór­n­ar­leið­ar­arnir eru samdir um at ar­beiða fyri at styrkja og betra um samstarvið í rík­is­fel­ags­skap­i­num. ? 
Løg­mans­skriv­stov­an skriv­aði til miðl­ar­nar í morg­­un, at skulu Før­oy­ar og Grøn­­land gagn­nýta møgu­leik­ar­nar í al­heims sam­fel­­ag­­num, mugu londini í størri mun fáa møguleika at røkja eg­in á­hugamál á al­tjóða pall­i­n­um. Sam­skifti og kunningin millum part­ar­nar á uttanríkis- og trygd­ar­pol­it­iska økinum eigur eisini at betr­ast:
» – Eitt arbeiði verður nú sett í gongd. Part­ar­nir skulu sín­á­mill­um finna fram til, hvussu tryggj­ast kann, at utt­­an­­rík­is­pol­it­isku á­hug­a­mál­­ini hjá Før­oy­um og Grøn­landi verða røkt í størri mun, og stjórn­ir­nar í londunum fáa neyð­ugu kunningina frá donsku stjórnini. ?Løgmaður fer at viðgera málið sam­an við danska ut­t­an­rík­is­ráð­­harr­­­a­num, ið kemur til Før­­oy­ar á vitjan seinni í heyst. ??Sam­starv innan hav- og veð­ur­lags­gransk­ing.?
Á fundinum hava løg­mað­ur, for­sæt­is­ráð­harrin og lands­stýr­is­for­mað­ur­in gjørt av­talu um at seta í verk eitt sam­starv innan hav- og veð­ur­lags­gransk­ing mill­um gransk­ing­ar­stovnar í Før­oy­um, Grønlandi og Danmark. Danska stjórnin hevur sett 10 mió. kr. av til samstarvið. ? 
Hetta er eitt framhald og víðkan av verandi hav­gransk­ing­ar­sam­starvi, ið hev­ur ver­ið mill­um Før­oy­ar og Dan­mark, sum byrj­aði í 2007. Sam­s­tarv­ið verð­ur nú víðkað til eisini at fevna um Grøn­land. Sam­starv­ið verð­ur, sum higartil, sam­skip­að á Hav­stov­uni. Samstarvspartarnir fara saman at áseta tey í­tøk­i­ligu foku­s­øk­i­ni í gransk­ing­ar­sam­starv­i­­num.
Á fundinum umrøddu part­arn­ir eisini m.a. makrel­ó­semjuna, yvirtøku av út­lend­ing­a­mál­um og felags ark­tisku strategiina hjá rík­is­felags­skapinum.«