Jan Müller
Hon er fyrrverandi ráðharri, í dag fólkatingslimur og formaður í tí størsta tingbólkinum á fólkatingi, tí sosialdemokratiska bólkinum. Hon er næstformaður í fólkatingsins fíggjarnevnd. Hon var ein av høvuðsrøðarunum undir drúgvu viðgerðini av bankamálinum í fólkatinginum herfyri. Hon eitur Pia Gjellerup.
Sosialurin hitti Piu Gjellerup á skrivstovu hennara á Christiansborg í farnu viku og tosaðu vit um mangt og hvat í viðurskiftunum millum Danmark og Føroyar, eitt nú um aktuella bankamálið og framtíðar viðurskiftini millum ríkispartarnar.
Pia Gjellerup viðgongur, at høvuðsinnihaldið í orðaskiftinum um bankamálið varð í mongum førum ein donsk innanríkispolitisk uppgerð. Tað snúði seg um stjórnina mótvegis andstøðuna ella øvugt.
Geva okkum ov lítið far um hvørannan
Hon sigur annars, at tíanverri hava danskir politikarar tann óvana bara at lurta vinarliga eftir tí, sum føroyskir fólkatingsmenn hava at siga á fólkatingi. Hesaferð heldur hon tað var øðrvísi.
-I hvussu er haldi eg, at vit í javnaðarflokkinum royndu at geva føroysku umboðunum eitt mótspæl, sum er betri enn bara at lurta vinarliga. Tað haldi eg er gott, tí vit fingu sagt nakað, sum avgjørt ikki bert var merkt av kurteisni, men sum gekk nógv djúpri og sum gjørdi, at báðir partar betur kundu skilja tær kenslur, sum lógu aftanfyri.
Pia Gjellerup vil út frá hesi sannroynd siga, at ein av stóru trupulleikunum við samstarvinum millum Danmark og Føroyar liggur kanska júst í hesum, at vit taka samstarvið ov givið - sum eina sjálvfylgju - og so tosa vit ikki so nógv um tað. Tað er nakað, sum er og skal verða ekspederað.
-Harvið verður samstarvið niðurslitið. Hóast tað ikki er serliga hugaligt at skula nema við tørvin á at tosa meira og betri saman við støði júst í eini slíkari sak sum hesari, so haldi eg tó, at tað hetta hevur havt tað positiva við sær, at vit nú royna at leggja okkum meira í geyma, hvussu vit kunnu menna hetta samstarv við m.a. nettup at samskifta betur.
Báðir partar ábyrgd
-Meinar tú harvið, at danskir politikarar hava ikki lurtað nógv væl ella kunnað seg nóg væl við føroysk viðurskifti!
-Eg haldi, at báðir partar hava ábyrgd av hesi skeivu gongdini. Samtalan og sambandið hevur verið ov avmarkað. Ríkisfelagsskapurin er vorðin mettur at vera nakað sum bara er har. Sama er við blokkinum osfr. Tað verður ikki tosað so nógv um, hvussu ein kann halda fram við at halda eitt so langt samtarv gangandi. Og hetta haldi eg er ein partur av tí, sum vit kunnu læra av hesi stóru bankasak.
-Nú vitjaði Nyrup Føroyar beint áðrenn bankamálið kom fram alment, og mong høvdu varhugan av, at her vóru bráddliga heilt nýggir tónar at hoyra mótvegis Føroyum. Men tá so bankamálið kom fyri á fólkatingi hevði pípan líkasum fingið eitt annað ljóð. Nú vóru tað bráddliga føroyingar, sum áttu alla skyldina, og tað var sjónligt, at Nyrup brúkti málið til at vinna sær sjálvum innanríkispolitiskar fyrimunir heldur enn at leggja kortini á borðið og átaka sær sín part av ábyrgdini!
-Hetta hevur so nakað við karmarnar kring orðaskiftið at gera. Talan var um eina debat, sum hevði útgangsstøði í tí parlamentarisku konfrontatiónini viðvíkjandi bankamálinum tvs. spurninginum um andstøðu mótvegis stjórn.
Pia Gjellerup sigur, at hon undan orðaskiftinum gjørdi sær greitt, at tað skuldi ikki viðgera alt annað samarbeiði millum ríkispartarnar men bara snúgva seg um bankamálið. Eitt orðaskifti um ríkisfelagsskapin og hvussu hesin verður útbygdur hoyrir ikki heima í einum orðaskifti um eina bankakreppu. Men eitt orðaskiftið um bankakreppuna gevur so íblástur til, at vit byrja at hugsa um, hvussu vit síðnai kunnu tosa um felagsskapin.
Pia Gjellerup vísir til tað, sum eisini var partur av boðskapinum frá Nyrup undir orðaskiftinum, nevniliga hetta at føroyingar mugu heldur ikki taka danir sum eina givna stødd.
-Danir hava eisini kenslur, og tað haldi eg er týdningarmikið at fáa fram, tí tað kann eisini siga føroyingum nakað um, hvørjar kenslur, sum lætt kunnu koma fram í einum fólki, sum grundleggjandi hevur stóra stóra virðing fyri føroyingum. Pia Gjellerup heldur tí, at bæði føroyingar og danir eiga at hava hetta í huganum skal ein menna og útbyggja samstarvið.
Órættur skal rættast
-Men hevur Nyrup ikki ein stóran trupulleika, tá hann øðrumegin skal rætta føroyingum hondina fyri tann órætt, sum er gjørdur og hinumegin skal ræta donsku veljarum hondina, við ikki at lova føroyingum ov nógv!
-Eg haldi ikki, at tað eru nakrir trupulleikar hjá donsku veljarunum at viðurkenna, at tann órættur, sum er gjørdur í sambandi við partabrævabýtið má rættast aftur, men tað er so eisini greitt støðan, at ein skal ikki brúka hetta til at loysa nakrar eyka trupulleikar, sum føroyingar varta upp við. Bankakreppan er sum so ikki nakar danskur trupulleiki. Hóast Edmund Joensen, løgmaður heldur, at hetta er donsk lóggáva og tí eru mistir pengar nakað, sum danir skulu gjalda, so gongur tað ikki. So einfalt kanst tú ikki seta hetta upp.
-Men hvat heldur tú so kemur burtur úr bankamálinum!
-Eg veit ikki, hvussu ein ger hetta upp. Vit mugu síggja, hvat serfrøðingarnir siga. Tá vit hava eitt grundarlag at arbeiða út frá, mugu vit so tosa við føroyingar fyri at finna eina loysn, sum føroyingar kunnu liva við og sum inniheldur eitt endurgjald, ið er knýtt at søluni av partabrøvunum.
Hvat viðvíkur føroysku fólkatingsumboðunum, so heldur Pia Gjellerup ikki, at tað eru hesi, sum mynda tað, ið vanligi danski fólkatingsmaðurin heldur um Føroyar og føroyingar.
-Tað er væl eingin loyna, at tey orðini, sum Óli Breckmann mangan brúkar á fólkatingsins røðarapalli og tann mátin hann argumentarar uppá, fáa oftani tað ringasta fram í einum. Men vit hava tíbetur hitt og kenna so nógvar aðrar føroyingar, at vit vita væl, at tað, sum hesin eini fólkatingsmaðurin stendur fyri, er ikki tað, sum allir aðrir føroyingar annars standa fyri.
Pia Gjellerup vísir á, at hóast Breckmann nýtir eitthvørt høvi at leggja eftir tí sonevndu sosialistisku stjórnini í Danmark, so leggur hann heldur fingrarnar ímillum, tá fólkatingssessurin skal brúkast ímóti sínum mótstøðumonnum í Føroyum tvs. hann brúkar hann til at reka føroyskan innanríkispolitikk.
-Men er ikki vandi fyri, at orðavalið og argumentatiónshátturin hjá Breckmann júst er við til at fáa danir, sum annars eru vinarliga sinnaðir móti føroyingum, at skifta hest og heldur venda sær móti føroyingum!
-So nógv telur Óli Breckmann heldur ikki í danska orðaskiftinum um Føroyar. Tá haldi eg tað er meira týðandi, hvat Edmund Joensen, løgmann, Jóannes Eidesgaard, Marita Petersen ella aðrir føroyskir politikarar siga. Tey føroysku politisku umboðini í Føroyum hava nógv størri týdning fyri uppfatanina hjá vanliga dananum av føroyingum og Føroyum enn t.d. fólkatingsmenninir hava tað.
-Men hava tit gjørt nokk fyri at bøta um ringu viðurskiftini, sum hava verið millum føroyska og danska javnaðarflokkin!
-Vit hava kanska tikið alt hetta ov givið. Tí má eg viðganga, at vit hava ikki gjørt nokk fyri at varðveita og betra sambandið millum flokkarnar báðar. Men eg havi varhugan av, at tað verður gjørt meira við hetta nú.
Pia Gjellerup heldur, at vitjanin hjá Nyrup í Føroyum herfyri hevði stóran týdning í so máta. -Tað er ómetaliga týdningarmikið, ikki minst tá tú er ósamdur um nakað, at tú kanst hyggja hvør annan inn í eyguni. Hetta mugu vit gera meira við.
Upp til føroyingar
Hvussu heldur Pia Gjellerup annars , at ríkisfelagsskapurin skal síggja út í framtíðini!
-Vit vilja vera sera varin við at siga, hvussu hetta skal skipast. Tað má fyrst og fremst vera ein spurningur, hvussu føroyingar sjálvir fata hetta. Tí fylgja vit væl við í tí orðaskifti, sum hevur tikið seg upp í løgtinginum um, hvussu føroyingar ætla sær at nútímansgera ríkisfelagsskapin.
Pia Gjellerup leggur áherðslu á, at danir leggja seg ikki út í, um tað skal vera henda heimastýrislógin ella ein heilt onnur lóg, sum kemur burtur úr. -Vit ætla okkum hvørki at krevja, at Heimastýrislógin skal vera galdandi fyri allar dagar ella at nøkur onnur lóg skal koma ístaðin. Vit vilja fegin tosa um øll hesi viðurskiftini, og vit eru opin fyri øllum nýggjum møguleikum fyri samstarvi, eisini um talan verður um at nútímansgera felagsskapin.
-Tað eru tey, sum halda, at danski politikkurin mótvegis Føroyum í seinastuni í veruleikanum hevur miðjað móti at tvinga føroyingar at taka meira sjálvstýri!
-Tí kann egavgjørt vísa aftur. Eg haldi hinvegin, at vit í Danmark hava gjørt nógv fyri at hjálpa føroyingum at loysa kreppuna. Eingin ivi skal vera um, at vit í sosialdemokratiska flokkinum alla hesa tíðina hava víst stóra virðing fyri føroyska fólkinum. At tað so eru vit, sum hava verið noydd at sita við borðendan, tá nógv stór og tung tøk skuldu takast, og hetta hevur ávirkað uppfatanina hjá føroyingum av okkum sosialdemokrratum, tað er so nakað, sum vit mugu liva við. Men mistøk, sum eru gjørd mugu sjálvandi rættast.
Eitt føroyskt útspæl er avgerandi fyri gongdina
-Hvussu fer stjórnin at takla eitt komandi føroyskt útspæl!
-Vit vilja gjarna lurta eftir føroyskum sjónarmiðum og argumentum. Men hvat kemur burtur úr øllum hesum hevur eisini nógv við føroyska útspælið at gera. Vit hava upplivað føroysk úspøl, sum einki sum helst skil var í. Og tá løgmaður kemur og sigur, at Danmark eigur ábyrgdina av allari kreppuni, og at tað merkir, at Danmark skal bera 3 mia. kr. av skuldini, so er tað nakað, sum vit ikki kunnu góðtaka.
Pia Gjellerrup sigur víðari, at um partarnir í útgangsstøðuni eru ógvuliga langt burtur frá hvørjum øðrum, so verður ein noyddur at møtast einastaðni. Hvar tað verður er ringt at siga nakað um nú.
-Men er tað rímuligt, at føroyingar skulu gjalda eina so høga rentu m.a. fyri lán, sum byggja á misinformatión!
-Tað er nakað, sum má viðgerast og sum fólkatingið undir orðaskiftinum eisini tók upp til viðgerðar mótvegis stjórnini. Tað verður rættiliga avgerandi at finna fram til, hvussu skuldin kann gjaldast aftur og hvussu rentan skal vera.