KOMMUNUR
Tórshavnar Kommuna og Kirkjubøar Kommuna hava gjørt eina samstarsavtalu. Grannakommunurnar í Suðurstreymoy eru komnar ásamt um eina samstarvsavtalu.
?Avtalan er ein formalisering av verandi samstarv og víðkan av verandi samstarvi, sigur Annfinn Brekkstein, borgarstjóri í Kirkjubøar Kommunu.
Kommunurnar báðar hava í longri tíð samstarva innan nógv øki, eitt nú skúlar og barnagarðar. Talan hevur verið eitt gott samstarv, sum báðir partar hava verið nøgdir við.
Samstarvið virkar á tann hátt, kommunurnar gjalda eitt gjald fyri at nýta skúla- ella ansingarpláss hjá hvørjum øðrum.
?Við hesum sáttmálum kunnu borgarar í Kirkjubøar Kommunu nýta tænastu í Tórshavnar Kommunu á jøvnum føti við allar havnarborgarar, siga teir báðir borgarstjórarnir, Annfinn Brekkstein og Jan Christiansen.
Fyribils skal Kirkjubøar Kommuna, sum hýsir bæði Velbastað og Kirkjubø, gjalda eitt árligt gjald áljóðandi 25.000 kr. fyri mentanartiltøk, og so verður alt annað roknað fyri seg.
?Vit kunnu við hesum gera okkum dælt av teirra servitan á nógvum økjum, og hetta er ein góð avtala fyri okkum, sigur Annfinn Brekkstein.
Eisini Jan Christiansen letur væl at.
Samanleggin
Nýggja samstarvsavtalan er í tráð við orðaða politikkin í Kommunuálitinum.
Báðir borgarstjórarnir eru eisini sinnaðir fyri einari møguligar samanlegging í framtíðini.
Jan Christiansen heldur tað vera natúrligt, um kommunurnar einaferð í framtíðini leggja saman, tí teir liggja so tætt hvørjari aðrari.
Annfinn Brekkstein heldur, at vísir hetta samstarvið seg at rigga væl, so kundi tað verið ein góður møguleiki fyri einari samanlegging í framtíðini.