Samsung-eigarar eru best nøgdir

Nú hevur Samsung yvirhálað Apple á einum amerikanskum lista yvir, hvussu nøgd fólk eru við sína fartelefon

Síðani Apple sendi fyrstu iPhone telefonina á marknaðin í 2007, hevur Apple kunna reypað sær av, at teirra kundar hava verið teir best nøgdu millum fartelefoneigarar.

Men soleiðis er ikki longur, tí ein nýggj útgáva av amerikanska listanum ”The American Customer Satisfaction Index” hevur Samsung yvirhálað Apple.

Samsung megnaði í 2014 at fáa 81 stig í kanningni, og tað vóru tvey stig fleiri enn iPhone, sum annars hevur havt fast pláss ovast á listanum.

Hóast eigararnir av iPhone ikki vóru eins nøgdir í 2014, sum teir annars hava verið, hevur tað ikki ávirkað søluna av nýggju útgávuna av iPhone.