Samtak eitt stórt frambrot

- Tað er komið arbeiðsgevarum bæði á sjógvi og landi dátt við, at fiskimenn og arbeiðarar nú standa saman sum ein eind, sigur Jan Højgaard

Landsfundur

 

Formaðurin í Føroya Fiskimannafelag, Jan Højgaard, segði á landsfundi í morgun, at Samtak er størsta frambrot hjá felagnum í nýggjari tíð.

- Samtak er stovnað við tí endamáli at byggja upp álit millum fakfeløg og fyri at vinna og verja rættindi hjá løntakarum. Her verður dentur lagdur á at virka sum ein eind.

Felagsformaðurin helt, at fakfeløg í alt ov mong ár hava latið kreftir uttanífrá sett feløg upp ímóti hvørjum øðrum.

- Úrslitið hevur verið, at vit hava gingið í smáum bólkum, og hetta hevur verið við til at gjørt okkum veikari.

 

Størri ávirkan

Jan Højgaard vísti á, at sum ein stórur bólkur hevur Samtak longu havt stóra ávirkan á okkara fólkavaldu, tí her eru, sum hann tók til, nógvar atkvøður at heinta.

- Vit hava longu nú staðfest, at tað er komið arbeiðsgevarum bæði á sjógvi og landi dátt við, at vit nú standa saman sum ein eind.

Sum dømi um styrkina í hesum samanhaldi, vísti Jan Højgaard á stríðsmálið um pelagiska skipið, Carlton.

- Her steðgaðu okkara “sameindu” skipinum at landa í Fuglafirði, legði felagsformaðurin aftrat.