- Vit átala, at ein meiriluti í Løgtinginum vil lækka fiskidagatalið so ógvusliga, at hetta ikki bert fer at fáa avleiðingar fyri fiski- og útróðrarmenn okkara, men eisini fer at skapa enn vánarligari livikor fyri vanliga arbeiðsfólkið á landi, sigur Samtak m. a. í yvirlýsingini
Yvirlýsingin er soljóðandi:
?Undirritaðu feløg mótmæla harðliga teimum inntrivum, sum Løgtingið nú hevur ætlanir um at fremja í fiskidøgunum hjá útróðrar- og fiskiskipaflota okkara.
Vit átala, at ein meiriluti í Løgtinginum vil lækka fiskidagatalið so ógvusliga, at hetta ikki bert fer at fáa avleiðingar fyri fiski- og útróðrarmenn okkara, men eisini fer at skapa enn vánarligari livikor fyri vanliga arbeiðsfólkið á landi, nú útlit eru til, at stórur partur av fiskiflotanum má gevast við fiskiskapinum.
Hesar skerjingar, sum Løgtingið nú ætlar at fremja, vísa okkum enn einaferð, at teir politikkarar, sum hava sagt seg vilja verja fiskimannin og vanliga løntakaran als ikki vísa virðing fyri hesum samfelagsbólkum.
Arbeiðarafeløgini í Samtak stuðla tí teimum mótmælum, sum manningarfeløgini hava sett framm móti ætlanum Løgtingsins.?