Samtykkja endaliga innkomuvegin til Havnar

Á eyka býráðsfundi nú seinnapartin klokkan 16 fer býráðið í Havn at samtykkja endaliga at byrja arbeiðið upp á innkomuvegin, sum fer í gongd í næstu viku.

 

Tað snýr seg um fyrsta part av uttara ringvegi, ið er ein arbeiðsvegur frá á Hjalla og suður til Villingadalsvegin. Arbeiðið varð boðið út, og lægsta tilboðið var upp á  17.272.128 uttan MVG, og tað tilboðið átti byggifelagið Articon.

Seinastu 20-30 ár­ini hevur tosað um nýggj­an inn­kom­u­veg gjøgn­um Hoy­víks­hagan til Havn­­ar. Tað var eftir at Koll­fjarð­a­tunn­il­in varð tikin í nýtslu í 1992, at kjakið tók seg upp um, at nýggj­ur innkomuvegur mátti ger­ast, so øll ferðslan ikki fór ígjøgnum Hoydalar.

Higartil hevur tað mest ver­ið til tos – tó at ein veg­a­tein­ur er gjørdur upp á Vatn­a­skør­ð­um, ein brúgv um Hoyd­alsá – og ein viadukt – vegsmoga – longri norðuri, har vegurin fyribils endar. 

Men nú verður farið í gongd aftur við verkætlanina.

Og fyri at seta arbeiðið í gongd krevst hendan eykajáttanin frá býráðnum, sum skal samtykkjast á býráðsfundi nú seinnapartin.

 

##med2##

Tað snýr seg í fyrstu atløgu um eina millión krónur til verkætlanarleiðslu, eftirlit og byggileiðslu og 5,6 milliónir krónur í avleiddum verkætlanum. Eisini skal kommunan rinda 6,25 prosent í mvg, sum verður 1.492.008 krónur. Tilsamans skulu játtast 25.364.136 milliónir krónur til hendan partin av arbeiðinum.

Á býráðsfundi 28. apríl varð málið einmælt samtykt við fyrru viðgerð, og er tað seinna viðgerð, sum er á skánni í dag.

Arbeiðið, sum nú kann fara í gongd í næstu viku, skal vera liðugt í september, men alt projektið er mett at taka hálvttriðja til trý ár.

– So einaferð í 2025 skal alt verða liðugt, segði Trónd­ur Sigurðsson við Sosialin herfyri. 

Arbeiðið at gera tunnilin verð­ur eisini boðið út í juli.

Tað verða gjørdar fimm íbindingar í innkomuvegin, sum soleiðis kann knýta býarpartarnar í Hoyvík og Villingadalsvegin saman í erva.