Samtykt um sandoyartunnilin stendur við

Allir flokkar á tingi uttan Sjálvstýrisflokkurin søgdu á veljarafundi á Kambsdali í gjár, at løgtingssamtyktin um Sandoyartunnilin ikki verður broytt

Á veljarafundi á Kambsdali týsmorgunin snúði ein partur seg um undirstøðukervið í Føroyum og serliga um løgtingssamtyktina um at gera ein undirsjóvartunnil til Sandoynna, sum mong hava funnist at, m.a. við at savna inn mótmælisundirskriftir.

Men allir floksformenninir á tingi siga seg halda fast um samtyktina og ætlanina at gera fast samband til Sandoynna. Uttan Sjálvstýrisflokkurin.

- So leingi sum vit ikki hava nakra ætlan um, hvussu hesin tunnilin skal fíggjast, eri eg ikki fyri hesi verkætlan, segði formaður floksins Kári P. Højgaard á veljarafundi á Kambsdali týsmorgunin. Bergur Johannesen, einasta valevni hjá Miðnámsflokkinum, segði eisini, at hann var ímóti at raðfesta ein undirsjóvartunnil til Sandoynna júst nú.

- Vit halda tað vera rætt at útbyggja samferðsluøkið og fáa betri og betri samband við útjaðaran, men vit halda ikki, at lagaliga løtan er komin til ein tunnil til Sandoynna, tí tað liggja so mong onnur mál á láni, sum skulu gerast áðrenn. M.a. alt útbúgvingarøkið, segði Bergur Johannesen.