Samtyktu at taka ímóti 50 flóttum úr Ukraina afturat

Løgtingið samtykti við 3. viðgerð í dag at taka ímóti 50 flóttarfólkum afturat úr Urkaina

Tað var væntandi, at uppskotið hjá Bjarna Kárason Petersen, landsstýrismanni, um at hækka kvotuna á flóttafólki úr Ukraina úr 200 upp í 250, í so stórur meiriluti var fyri tí, tá málið var til aðru viðgerð í tinginum í síðstu viku.

Malið varð við 3. viðgerð samtykt við 26 atkøvðum fyri og 6 ímóti. Teir 6, sum atkvøddu ímóti vóru Jørgen Niclasen og Jacob Vestergaard úr Fólkaflokkinum, Bárður á Steig Nielsen, Erhard Joensen, Helgi Abrahamsen og Kaj Leo Holm Johannesen úr Sambandsflokkinum.

Øll samgongan saman við Miðflokkinum, Árna Skaale, Bárði á Lakjuni, Beinir Johannesen og Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir úr Fólkaflokkinum atkvøddu fyri.

Magnus Rasmussen, sum eisini atvkøddi ímóti við 2. viðgerð var ikki við til atkvøðugreiðsluna í dag.