Spanski ákærumyndugleikin hevur í einum dómstóli í Barcelona lagt fram krav, at fyrrverandi áleyparin hjá FC Barcelona, Samuel Eto´o fær 10 ára fongsul fyri skattasvik.
Samuel Eto´o er ákærdur fyri hava framt skattasvik fyri fýra miljónir evrur, árini millum 2006 og 2009. Ein upphædd, sum svarar til umleið 30 miljónir krónur í okkara peningi.
Spanski ákærumyndugleikin krevur, at kamarunski Samuel Eto´o verður dømdur at sita í tíggju og eitt hálvt ár. Harumframt hevur spanski ákærumyndugleikin kravt, at Samuel Eto´o skal rinda 18 miljónir krónur í bótum og rentum. Ein upphædd, sum svarar til 135 miljónir krónur. Samuel Eto´o, sum í dag er 35 ára gamal spældi við FC Barcelona millum 2004 og 2009. Tá vann hann La Liga tríggjar ferðir og Champions League tvær ferðir við FC Barcelona. Samuel Eto´o hevur eisini spælt við kendum liðum, sum Real Madrid, Inter og Chelsea. Í dag spælir Samuel Eto´o við turkiska liðnum Antalyaspor.
Hetta er ikki fyrstu ferð, at ein kendur fótbóltsspælari verður ákærdur fyri skattasvik. Í summar fekk argentinska superstjørnan hjá FC Barcelona, Lionel Messi ein dóm uppá 21 mánaðir fyri skattasvik, men hann slapp undan at fara í fongsul. Í Spania er tað vanligt, at tey, sum gera nakað revsivert á fyrsta sinni, og fáa eina fongsulsrevsing, sum er minni enn tvey ár fáa ein treytaðan dóm.