HB hevur í dag gjørt langtíðarsáttmála við 17 ára gamla stórtalentið, Samuel Johansen Chukwudi. Sáttmálin er galdandi til endan á kappingarárinum 2023, men endamálið er at selja hann víðari í framtíðini, boðar felagið frá.
– Sáttmálin við Samuel gevur bæði okkum og honum frið til at hugsavna okkum um at menna hann. Hansara avrik í ár hava verið framúr, og tá vit hugsa um at hann bert er 17-ára gamal, sigur tað okkum somikið, at her er talan um eitt tað størsta verjutalentið í Føroyum í nógv ár. Enn er nógv at arbeiða við áðrenn Samuel er til reiðar at fara víðari út í heim, men hann hevur øll amboðini við sær, sum skulu til fyri at hann kann náa sínar dreymar, sigur Jens Berthel Askou, venjari hjá HB og leggur afturat:
– At Samuel hevur undirskrivað ein langan sáttmála, vísur at hann hevur álit á at hetta er rætta staðið fyri hann at menna seg. Okkara fremsta uppgáva er nú at hjálpa honum at leggja fleiri løg á sítt spæl, soleiðis at hann gerst klárur til nýggjar og størri avbjóðingar, sigur venjarin hjá HB.
Miðverjin bleiv tveittur fyri leyvurnar, tá skaðar gjørdu um seg fyri summar. Hann var bara 16 ára, tá hann byrjaði í miðverjuni móti KÍ í Gundadali. Dysturin endaði 3-3, men ungi miðverjin vísti framstig longu í leypi av fyrsta dystinum frá byrjan.
##med2##
– Venjararnir hava víst mær stórt álit, síðani eg gjørdist partur av Betri-hópinum. Umhvørvið er professionelt, og við Berthel, Kevin og Sebastian á odda, verður hond tikin um at menna hvønn einstakan leikara. Harafturat eri eg uppvaksin her, og sjálvandi trívist eg væl, sigur Samuel Johansen Chukwudi við hb.fo.
##med3##
Sáttmálin millum partarnar er galdandi til og við 2023. HB hevur eisini gjørt sáttmálar við Daniel Johansen, Pætur Petersen og Hera H. Mohr til 2022.