Fyri Samuel Chukwudi og liðfelagarnir í SJK Seinäjoki var tað eitt stórt vónbrot at tapa 1-2 og 0-2 fyri KÍ í fyrsta undanumfarinum í Conference League.
Men í dag reistu Samuel og liðfelagarnir seg aftur við einum 3-1 heimasigri á Gnistan í dysti í bestu finsku fótbóltsdeildini.
SJK fekk annars eina keðiliga byrjan upp á dystin. Tá 11. minuttir vóru leiktir legði Gnistan seg á odda 1-0. Men í seinna hálvleiki fekk SJK glið á. Fyrst javnaði Kasper Paananen til 1-1, og síðani syrgdi Rasmus Karjalainen við tveimum málum fyri, at SJK vann dystin 3-1.
Samuel spældi allan dystin.
SJK er fjórðfremst í deildini við 28 stigum. Teir hava seks stig upp til oddaliðið, Inter Turku sum hevur 34 stig.
Komandi sunnudag klokkan 15 spælir SJK dyst á útivølli móti júst Inter Turku.