Samuel og liðfelagarnir ruku úr finsku steypakappingini

SJK Seinäjoki mátti lúta á útivølli

Fjórðingsfinalan gjørdist endastøðin fyri Samuel Chukwudi og liðfelagarnari SJK Seinäjoki í finsku steypakappingini.

 

SJK spældi dyst á útivølli móti AC Oulu, ið vann fjórðingsfinaluna 2-0. Oulu skoraði longu í sætta minutti, og teir øktu til 2-0 stutt undan dystarloki. Samuel spældi allan dystin, og hann fekk eitt gult kort á vegnum. 

 

Oulu hevði munandi fleiri royndir á málið hjá mótstøðuliðnum, hóast SJK hevði bóltin 62 prosent av tíðini.

 

Komandi leygardag spælir SJK dyst á heimavølli í bestu finsku fótbóltsdeildini. Dysturin verður móti stoltleikanum hjá Álandsoyggjunum, IFK Mariehamn.

 

10. juli taka Samuel og liðfelagarnir móti KÍ í fyrra dystinum í fyrsta undanumfarinum í Conference League.