Samvitskan hjá Jenis tolir flatskattin

Í grein í blaðnum í dag verjir Jen­is av Rana sína kú­vending frá at verja tey á »niðastu rók­u­­num« til at verja tey ríku og væl­­bjargaðu.

Jenis av Rana sigur, at hann hevur »bøtt« um flat­skat­­tin við at minka um lætt­an hjá hægstu inn­tøk­uum«.
Helst meinar hann við, at hann »bara« gevur til døm­is bank­a­s­tjórunum og trygg­ing­ar­stjór­u­num upp í 7.000 krón­ur í skattalætta um mánaðin.
Sam­stundis fáa tey á »nið­astu rók­u­num« mill­um einki og upp í 75 krón­ur í skatt­a­­­lætta. Jú, summi hava av sonn­­­um nógv at takka Jenisi av Rana fyri:
Tey ordiliga ríku fáa hundr­­­að ferðir so stór­an skatt­­a­lætta frá Jensi av Rana, sum tey á »niðastu róku­­num«.
– Góði Jenis! Jens Otto Krag segði, at »man har et stand­punkt, til man ta’r et nyt«. Tú kanst gera oðini til tíni. Men gevst nú við at spæla verji teirra veiku, tí so ert tú falskur – og tað vilt tú jú ikki vera!