San Marino minsta tjóðin nakrantíð at vinna eitt olympiskt heiðursmerkið

Alessandra Perilli syrgdi fyri størstu ítróttarhending í søguni hjá San Marino við at vinna OL bronsu í trap skjóting

Alessandra Perilli vann eitt glæsiligt bronsumerki fyri San Marino í trap skjóting

Alessandra Perilli vann eitt glæsiligt bronsumerki fyri San Marino í trap skjóting

Alessandra Perilli er best umtókti sanmarinesarin í hesum døgum. 

 

Hon hevur á olympisku leikunum í Tokyo skrivað glæsiliga søgu og hevur syrgt fyri einum serligum meti.

 

Alessandra Perilli vann bronsu í trap skjóting. Talan er um fyrsta olympiska heiðursmerki nakrantíð hjá San Marino, ið er eitt pinkalítið fullveldisríkið sum liggur í Italia. 34.000 fólk búgva í San Marino.

 

Heiðursmerkið hjá Alessandru Perilli merkir eisini, at San Marino er minsta landið nakrantíð til at vinna eitt olympiskt heiðursmerki.

 

Zuzana Stefecekova hjá Slovakia vann gull og Kayle Browning úr USA vann silvur í kappingini.

 

Alessandra Perilli gjørdist nummar fýra í trap skjóting undir OL-leikunum í London í 2012: - Undir finaluni tá tann fimti skjúttin datt út úr kappingini hugsaði eg: Eg tími ikki aftur at enda á einum fjórða plássi, so eg má klára tað, greiddi ein fegin Alessandra Perilli frá.

 

- Hetta er fyrsta heiðursmerki hjá mær og tað fyrsta hjá San Marino. Vit eru ein lítil tjóð, men vit eru eitt stolt fólk, segði ein fegin Alessandra Perilli við fjølmiðlafólk aftaná minniliga bragdið.

 

Heima í San Marino fekk fagnaðurin ongan enda, og grótu foreldrini hjá Alessandru Perilli av gleði tá bronsan var komin undir land. 

 

Hattin av fyri Alessandru Perilli og San Marino. Tað má vera stórt at vera ein lítil ítróttartjóð og sleppa til olympisku leikirnar, og vinna eitt heiðursmerkið. Tað er ikki øllum unt. 

 

 

 

 

 

Alessandra Perilli vann eitt glæsiligt bronsumerki fyri San Marino í trap skjóting

Alessandra Perilli vann eitt glæsiligt bronsumerki fyri San Marino í trap skjóting