Sancy seld til Namibia

FISKIVINNA: Felag í Walvis Bay hevur keypt Sancy til at fiska hake í Suðuratlantshavi


 

Trolarin Sancy hjá Moyggjartúgvu í Vági er seldur til eitt felag í Walvis Bay í Namibia. Tað er skipsmeklaravirkið, Maretec á Argjum, sum hevur staðið fyri hesum handli.

Sancy var bygdur í Fraklandi í 1975 og er 43,50 x 9,48 m til støddar. Høvusmotorurin er ein 1800 HK Stork Werkspoor frá 1980, og skipið hevur 24 tons Rapp hátryst spøl.

Sancy fer helst avstað til Namibia í hesi vikuni, og væntast ferðin at taka einar fýra vikur.

Sjey mans eru komnir úr Walvis Bay, og ein føroyskur maskinmeistari verður við á túrinum til suðurenda Afrika

Nýggju eigararnir fara at fiska hake við trolaranum á djúpum vatni.

Fyri átta mánaðum síðani varð ferskfiskatrolarin Beinta eisini seld til Namibia.

Álvur Mortensen á Maretec sigur, at seinast teir frættu, kom gamla Beinta fullfermd av triðja túri á rað.