Sandavágs Ítróttarfelag takkar

Tíðindaskriv

Sandavágs Ítróttarfelag takkar fyri alla hjálp í samband við stóra tunnilstiltakið sunnudagin 8. december.
Takk fyri allar bollarnar og fyri alla hjálp við parkering og vakt annars.
Børnunum, sum so hugagóð hjálptu okkum at fylla posar, takka vit hjartaliga.
Stuðlum okkara: Atlantic Airways, MBM, Flogfelag Føroya, Føroya Sparikassa, Tage Jørgensen, Føroya Keypsamtøku, Føroya Banka, Ewos, Føroya Bjór og Heimabakarínum í Sandavági, takka vit hjartaliga.
Stóra tøkk øll somul.