Hvannhagi í Suðuroy er vakrasta náttúrøki og Tofta havn er besta vinnuøki
Vinnararnir av Umhvørvisátakinum 2008 vórðu avdúkaðir á almennari samkomu í Müllers Pakkhúsi í áðni. Virðislønir vórðu latnir fyri ?Best røkta bygd?, ?Best røkta vinnuøki?, ?Sermerkt náttúruøki? og ?Besta átak?.
Sandavágur gjørdist ?Best røkta bygd 2008?, Bøur fekk 2. virðisløn og Trøllanes 3. virðisløn.
Tofta havn vann heiðurin fyri ?Best røkta vinnuøki? og Hvannhagi vann heiðurin fyri ?Sermerkt náttúruøki?. Harafturat var ein heiðursløn latin fyri ??Besta átak? og her vann ókeypis bussleiðin hjá Tórshavnar kommunu heiðurin.
Brot úr grundgevingunum hjá metingarnevndini:
Best røkta vinnuøki ? Tofta havn
?Virðislønin fyri Best røkta vinnuøki verður latið einum havnarøkið. Økið er sum heild ruddiligt og væl skipað við ruddiligum bingjuplássi og vælvirkandi móttøkuskipan fyri burturkast frá skipum. Lætt er hjá skipum at sleppa av við burturkasti uttan at gjalda serligan meirkostnað. Skeltingin á økinum er greið og einki spillivatn rennur út í havnabasengið. Tað er eisini jaligt, at nýútbýgda havnarlagið ikki hevur breitt seg um alt økið, men hevur latið ein part av fjøruni ligið órørda.
Á neiligu síðuni kann nevnast, at órudd, gamlir lemmar og líknandi sæst liggjandi á grótkastinum við havnina?.
Sermerk náttúruøki - Hvannhagi
?Fleiri uppskot komu inn og vóru tað serliga tvey økir, sum tóku seg framúr og ringt var at taka dagar ímillum hesi. Men tá smálutirnir skuldu gerast upp fall valið til fyrimuns fyri eitt serliga sermerkt og hugtakandi náttúruøki. Økið liggur avbyrgt og tú sleppur einans hagar til gongu. Jarðfrøðiliga landslagið er sjáldsamt og plantu- og djóralívið í økinum er fjølbroytt, serliga á fjallalíðum, har seyður ikki sleppur framat.
Økið er sum heild óspilt av mannaávum og heldur vónandi fram við at vera tað, væl at merkja um tey neyðugu stigini verða tikin fyri at varðveita tað. Økið er nevnt í visjón 2015 skjalinum, og verður av Føroya Náttúru- og Umhvørvisverndarfelag mett at vera besta pláss í Føroyum til at skipa ein tjóðgarð?.