Hóast tepurt tap fyri klaksvíkingum, eru teir úr Sandavági framvegis tryggir á fremsta plássinum í bestu deildini.
Havnarmenn megnaðu ikki at gera sær dælt av laka úrslitinum hjá sandavágsmonnum. Teir leiktu bara 2-2 móti Klaksvík 2.
Við sigri á vestmenningum, heldur Sandavági 2 lív í vónini um at halda seg í deildini.
Sandavágsdreingir vunnu trygt unglingadeildina og eru tí føroyameistarar.
Í 2. deild liggur eitt av havnarliðunum væl fyri at flyta upp í bestu deildina.
Komandi sunnudag verður oddabrak millum HT og ST.
Úrslit í 8. umfari:
Klaksvík - Sandavágur 2,5-1,5
Klaksvík 2 - Havnin 2-2
Sandavágur 2 - Vestmanna 2,5-1,5
Støðan
Sandavágur 24,5
Havnin 22,0
Klaksvík 19,0
Vestmanna 14,0
Klaksvík2 9,5
Sandavágur2 7,0