Sandavágur er meistari í talvi

Finalan ímóti havnarmonnum endaði jøvn, og so var tað greitt, at Sandavágur er meistari

Tað lagaði seg soleiðis, at talan var um sanna finalu, tá ið síðstaumfar í bestu talvdeildini var á skránni í dag.

Sandavágs Talvfelag hevði vitjan av Havnar Telvingarfelag. Undan finaluni vóru sandavágsmenn tvey stig undan havnarmonnum, sum tað harvið var neyðugt hjá at vinna trivaligan sigur, um Havnin skuldi endurvinna FM heitið.

Tað sá eina løtu út til, at tað skuldi eydnast gestunum á Giljarnesi at vinna neyðuga sigurin, tí eina løtu var Havnin frammanfyri 2-0. Men so vunnu sandavágsmenn tvey tey síðstu talvini. Harvið var úrslitið 2-2 og endaliga FM støðan, at Sandavágs Talvfelag endaði við 27 ½ stigum og Havnar Telvingarfelag við 25 ½ stigum.