Sandavágur: Vit hava verið merkt av kriminaliteti

- Eg havi hoyrt um aðrar hundar, sum eru álopnir, tó eingin er dripin, sigur Thordis Anderson, sum eigur dripna hvølpin.

Hundahvølpurin hjá Thordis Anderson og sjeikinum Høgna Petersen, av slagnum bordercollie, varð í gjár tikin út túninum og lagdur aftur deyður fýra tímar seinni.

Hetta er ein skakandi hending, men ikki tann fyrsta av slíkum slag í Sandavági, sigur Thordis Andersen.

 

 

Tí vinfólk hjá órættaða parinum hava eisini upplivað, at hundar eru tiknir ella illa viðfarnir, hóast hetta er fyrstu ferð, at ein er dripin.

 

 

Les eisini: Sandavágur: Hundurhvølpur stolin og dripin

 

 

- Vit hava eisini upplivað herverk í húsunum her, og tey, sum búðu her áðrenn vit, upplivdu tað eisini fleiri ferðir, sigur Thordis Anderson.

 

 

Somuleiðis vísir hon á, at í gjárkvøldið løgdu tey bæði hendingina á Facebook, og á sosialu miðlunum eru bygdafólk í øðini um hendingina.

 

 

- Tað hava verið fleiri dømi um brotsverk av ymiskum slag í seinastuni, og eg veit ikki. Kanska eru tað teir somu, sum hava gjørt hetta við okkara hundahvølp, sigur Thordis Andersen og heldur fram.

 

 

- Vit høvdu ein hund áðrenn, sum gott nokk var fullvaksin, men hann fekk altíð frið. Eg skilji púrt einki av, at nakar finnir upp á slíkt, sigur Thordis Andersen.

 

 

Í gjárkvøldið meldaðu tey beinan vegin hendingina og í dag er løgreglan ávegis til Sandavágs at kanna málið.