Sandavágur ella Havnin?

Í morgun, 18. mars, endar landskappingin í talvi við stórum felagsumfari á Skúlatrøð í Klaksvík.

Mesti spenningurin er í 1. deild. Sandavágs Talvfelag hevur verið einaráðandi í vetur og vunnið allar níggju dystirnar. Men kortini er eingin avgerð fallin enn. Føroyameistarnir úr Havnar Telvingarfelag eru tvey stig aftanfyri. 

 

Vágamenn standa seg tí við hálvumøðrum stigi í innanhýsis dystinum millum oddaliðini í seinasta umfarinum. Tað røkkur til FM-sigurin. Havnarmenn mugu afturímóti vinna finaluna á vágamonnum í minsta lagi 3-1. Gera teir tað, verður umdystur um FM-heitið við nýggjari finalu í kviktalvi sama dag. 

 

Talvsamband Føroya ætlar at vísa leikirnar á teimum fýra borðunum í FM-finaludystinum beinleiðis á heimasíðuni - faroechess.com. Byrjað verður klokkan 10 leygarmorgunin.

 

Úrtøkan higartil

 

Her sæst hvussu úrtøkan hjá hvørjum einstøkum telvara á toppliðunum báðum hevur verið í vetur:

 

Sandavágur

 

1. Rógvi Egilstoft 7½/9

 

2. Høgni Egilstoft Nielsen 9/9

 

3. Silas Eyðsteinsson 5½/6

 

4. Jón í Horni Nielsen 6/8

 

5. Torkil Nielsen 2/3

 

6. Rúnar Berg 0/1

 

Havnin

 

1. Helgi Dam Ziska 6½/7

 

2. Martin Poulsen 3½/5

 

3. Olaf Berg 6½/8

 

4. Luitjen Akselsson Apol 4/5

 

5. Carl Eli Samuelsen 5/7

 

6. Sjúrður Thorsteinsson 1/1

 

7. Hjalti Toftum Jógvanson 1/2

 

8. Rógvi Mortensen ½/1

 

ST best síðan 2010

 

Vinnur Sandavágs Talvfelag í ár, verður tað áttanda FM-heitið hjá felagnum í bestu deildini. Tá leggja teir seg upp á síðuna á Klaksvíkar Talvfelag, sum leingi hevur verið næstmest vinnandi felagið.

 

Síðani 2011 hava Sandavágs Talvfelag (ST) og Havnar Telvingarfelag (HT) vunnið eftir tørni - ST sjey ferðir og HT fimm ferðir. 

 

2010 KTF

 

2011 ST

 

2012 HT

 

2013 ST

 

2014 ST

 

2015 ST

 

2016 ST

 

2017 HT

 

2018 HT

 

2019 ST

 

2020 HT

 

2021 ST

 

2022 HT

 

FM-sigrar í alt (1971-2022)

 

HT 25

 

KTF 8

 

ST 7

 

VT 6

 

KT 4

 

TT 1

 

TFS 1

 

##med2##

 

10. umfar (leygardagin 18. mars)

 

Sandavágur - Havnin

 

Klaksvík A - Havnin B

 

Kollafjørður - Klaksvík B

 

Double up til Sandavág?

 

Alt bendir á, at Sandavágs Talvfelag hevur tvey lið í 1. deild komandi kappingarár. Fyri síðsta umfar í 2. deild eru vágamenn á odda, og eru trý stig undan harðasta kappingarneytanum, so tað skal vilja illa til, um teir snáva nú.

 

##med3##

 

10. umfar (leygardagin 18. mars)

 

Sandavágur - Vestmanna

 

Havnin B - Klaksvík

 

Havnin A - Kollafjørður

 

Skálafjørðurin ella Sundalagið

 

Í 3. deild stendur kappingin millum teir í Runavíkini og felagsliðið í Sundalagnum. Munurin er ikki størri enn so, enn at dystirnir í síðsta umfari kunnu avgera alt.

 

##med4##

 

10. umfar (leygardagin 18. mars)

 

Kongshavn - Kollafjørður

 

Sandavágur A - Rókur

 

Sandavágur B - Toftir

 


Stavn um stavn

 

Í 4. deild eru gøtumenn og klaksvíkingar í veruligari kapprenning um sigurin og uppflyting. Her verður spenningur til síðsta leik.

 

##med5##

 

10. umfar (leygardagin 18. mars)

 

Gøta A - Rókur B

 

Gøta B - Toftir

 

Havnin - Kongshavn

 

Vestmanna - Klaksvík A

 

Klaksvík B - Rókur A

 

Havnin FM-vinnari

 

Hóast eitt umfar er eftir í unglingadeildini, er longu greitt, at manningin hjá Havnar Telvingarfelag hevur tryggjað sær meistaraheitið.

 

##med6##

 

10. umfar (mikudagin 22. mars)

 

Havnin A - Klaksvík A

 

Sandavágur A - Havnin B

 

Sandavágur B - Gøta