Sandavágur í stórum stíli

Sandavágs Talvfelag er flúgvandi í føroysku landskappingini. 

Í triðja umfari í dag vunnu vágamenn stórsigur 3½-½ á klaksvíkingum. Brøðurnir Rógvi og Høgni vunnu báðir á ovaru borðunum, og hava fult stigatal eftir trý umfør. Silas Eyðsteinsson vann eisini á triðja borði. Tann einasti, sum hóraði undan á klaksvíksliðnum, var Wille Olsen, sum telvaði javnt móti tí unga Jón í Horni Nielsen.

 

Klaksvík - Sandavágur ½ - 3½

 

Ólavur - Rógvi 0-1

 

Rani - Høgni 0-1

 

Terji - Silas 0-1

 

Wille - Jón ½-½

 

Meistari og uppflytari

 

Havnar Telvingarfelag vann í dag heili 4-0 á Kollafjarðar Talvfelag. Her kom munurin á føroyameistara og uppflytara til sjóndar.

 

Havnin - Kollafjørður 4-0

 

Helgi - Hans Kristian 1-0

 

Olaf - Árant 1-0

 

Luitjen - Rógvi 1-0

 

Hjalti - Bernhard 1-0

 

Drúgvir klaksvíkingar

 

B-liðini hjá Havnini og Klaksvík, sum eru fastir fúsir í 1. deild, plaga at hava javnar dystir sínamillum. Men so var ikki í dag. Klaksvíkingar vóru sannførandi móti spøkum havnarmonnum, sum vóru við undirlutan á øllum borðum. 4-0 til útiliðið - vorðið sum sigur.

 

Havnin B - Klaksvík B 0-4

 

Rógvi - Rani B. 0-1

 

Margar - Steintór 0-1

 

Suni - Heðin 0-1

 

Heiðrikur - Ingolf 0-1

 

Støðan í 1. deild:

 

Sandavágur 10½

 

Havnin 9

 

Klaksvík B 7½

 

Klaksvík A 5½

 

Havnin B 2½

 

Kollafjørður 1½

 

Komandi umfør

 

Tvey umfør eru eftir, til komið er hálva leið í liðkappingini. Eitt umfar eru aftrat í hesum árinum - fimta umfar er ikki fyrr enn eftir nýggjár.

 

Tíggju umfør eru í alt. Kappingin endar 18. mars 2023. Í 1. deild verður telvað soleiðis í fjórða og fimta umfari:

 

4. umfar (27. november)

 

Sandavágur - Klaksvík B

 

Klaksvík - Havnin

 

Kollafjørður - Havnin B

 

5. umfar (8. januar)

 

Havnin - Sandavágur

 

Havnin B - Klaksvík 

 

Klaksvík B - Kollafjørður

 

Hinar deildirnar verða umrøddar seinni. Í 2. deild stendur nú á jøvnum millum Vestmanna og Sandavág, í 3. deild er Kongshavnar talvfelag - fyrr Runavíkar Talvfelag - á odda. Í 4. deild eru vestmenningar fremst, og í unglingadeildini er Havnar Telvingarfelag á odda.

 

Meira kann lesast á heimasíðu Talvsambandsins: faroechess.com.