– Verði eg valdur til forseta, sigi eg við Putin, at hann ikki fer at blanda seg upp í amerikonsk valstríð, sigur Bernie Sanders.
Í gjár boðaði Washington Post frá, at amerikansk embætisfólk høvdu greitt Bernie Sanders frá, at Russland roynir at stuðla valstríði hansara.
Eisini Donald Trump og aðrir amerikanskir politikarar hava fingið boð um málið.
Tað framgongur ikki, hvussu Russland ehvur roynt at hjálpa Sanders í valstríðnum.
/ritzau/Reuters