Sandingar fáa nýtt frystilínuskip í morgin

 

Í morgin verður almenn móttøka á Sandi í sambandi við, at frystilínuskipið Kristrún kemur til Sands morgin.

 

Tað er reiðaríið handan Sandshavi, sum hevur keypt frystilínuskipið úr Íslandi, og almenn móttøka verður úti á Støð í morgin klokkan 17.

 

Reiðaríið skrivar, at øll eru hjartaliga vælkomin.