Sandingar gera klárt til bæði flogvøll og golfvøll

Sandingar hugsa stórt, nú teir fyrireika seg til framtíðina og undirsjóvartunnil

- Vit skulu í øllum førum verða klárir til avbjóðingarnar í framtíðini.

Tað er hugburðurin hjá teimum í bygdaráðnum í Sands Kommunu, nú tey hava gjørt umfatandi broytingar í byggisamtyktini í kommununi.

Á sínum seinasta fundi áðrenn nýtt kommunustýrið tók við á nýggjárinum, hevur bygdaráðið á Sandi samtykt umfatandi broytingar í byggiætlanini fyri kommununa.

Og tað skerst ikki burtur, at sandingar hugsa stórt, nú byggisamtyktin skal broytast.

Teir hava nevniliga tikið tað heilt óvanliga stig, at teir nú hava sett øki av til bæði ein flogvøll og eitt øki til ein vøll at spæla golf á.


1,5 millión fermetrar

Í hesum sambandi er eitt øki upp á heilar 1,5 millión fermetrar sett av til ein framtíðar flogvøll í Føroyum.

- Økið, vit hava lagt av til flogvøll er í Søltuvík. Kanningar, sum eru gjørdar av flogvøllum í Føroyum, vísa, at Søltuvík er eitt hóskandi øki, har tað kann koma upp á tal at byggja ein flogvøll, skuldi tað komið hartil, at føroyingar ætla at byggja nýggjan flogvøll, sigur Páll á Reynatúgvu, borgarstjóri heima á Sandi.

Tað er ikki tí, at nøkur sum helst støða er tikin til at byggja nýggjan flogvøll, at bygdaráðið á Sandi tekur hetta óvanliga stigið.

Men Páll á Reynatúgvu, borgarstjóri, sigur, at hetta er fyri at fyrireika seg til framtíðina í góðari tíð.

Hann staðfestir, at skulu vit hugsa um at gera nýggjan flogvøll í Føroyum, er Søltuvík ein staðseting, sum serfrøðingar hava kannað og sum teir siga, er ein møguleiki.

- So nú hava vit í góðari tíð sett økið av til flogvøll, so skuldi landsins myndugleikar einaferð komið til ta niðurstøðu, at ein flogvøllur skal byggjast í Søltuvík, skulu teir í hvussu so er ikki bíða eftir okkum, sigur borgarstjórin á Sandi.

- Tá ið landsins myndugleikar eru til reiðar, eru vit tað eisini, leggur hann afturat.


350.000 fermetrar til golf

Men at seta øki av til flogvøll, er ikki tað einasta óvanliga og slóðbrótandi við teimum broytingum, sum ætlanin nú er at gera í byggisamtyktini fyri Sands Kommunu.

Ætlanin er nevniliga eisini at seta eitt økið upp á 300.000 fermetrar av til golfvøll.

Her er talan um eitt øki í ein útnyrðing úr Sands bygd og sum gongur innast úr Traðardali, norður ímóti Hálsavøtnum.

Bygdaráðið samtykti fyrr í ár at geva loyvi til at gera golfvøll á økinum, men nú verður so byggisamtyktin broytt samsvarandi tí, so at tað ber til.


Meiri sethús

Nú byggisamtyktin á Sandi skal broytast, er ætlanin eisini at geva betri rúmd fyri sethúsabygging.

Í hesum sambandi er ætlanin at nøkur smærri øki inni í bygdini, sum nú eru løgd av til landbúnað, hereftir skulu verða øki til at byggja sethús á.

- Tað er fyri at fólk, sum eiga jørð inni í bygdini, skulu kunna byggja á henni. Tað hava tey ikki kunnað higartil, tí stykkini hava verið markað til landbúnað í byggisamtyktini higartil.

Samstundis er eisini eitt nýtt øki lagt út til at stykkja út til grundstykki. Tað er eitt stykki uppi á Vatnsryggi, sum nú verður sett av til grundstykki. Og har ber til at gera ein heilan nýggjan býling, tí í fyrstu syftu verður pláss fyri 25 grundstykkjum, men verður tað neyðugt ber til at gera heilt upp í 75 grundstykki á økinum.


Bjóða framtíðini av

Páll á Reynatúgvu ásannar, at tá ið Sands Kommuna nú fer undir so umfatandi broytingar í byggisamtyktini, er tað fyri at brynja seg til eina framtíð við føstum sambandi inn á meginlandið.

- Vit fyrireika okkum til eina minni innrás av fólki. Eitt nú vita vit, at sandoyingar, sum búgva á meginøkinum, hava hug at flyta aftur í oynna, tá ið undirsjóvartunnilin er komin og so eiga vit at royna at hava tilboð til teirra, bæði bústaðarmøguleikar og frítíðarmøguleikar.

Hann ivast ikki í, at ein golfvøllur fer eisini at draga ferðafólk í Sandoy.

- Men at spæla golf er sanniliga eisini eitt frálíkt frítíðarítriv til sandoyingar sjálvar, leggur hann afturat.


Langdrigin tilgongd

At broyta eina byggiætlan er sera umfatandi og langdrigin tilgongd og fyri tað um broytingin er samtykt einaferð í einum kommunustýri, er tað enn langt á mál, til broytingarnar kunnu koma í gildi.

Tí verður tað ikki enn á sinni, at broytingarnar, sum Sands Bygdaráð hevur nú hevur samtykt í byggisamtyktini, kunnu koma í gildi.

Fyrst skulu ætlaðu broytingarnar, sum bygdaráðið nú hevur samtykt, liggja frammi til almenna hoyring í tríggjar mánaðir.

So skal bygdaráðið viðgera málið einaferð afturat, áðrenn tað er endaliga samtykt og tá verða møgulig mótmæli tikin við í viðgerðini.

Í hesum føri verður tað so tað nývalda bygdaráðið, sum skal taka støðu til broytingarnar við aðru viðgerð.

Men hóast tað verður samtykt einaferð afturat í bygdaráðnum, koma broytingarnar ikki í gildi, fyrrenn innlendismálaráðið hevur góðkent tær og tað tekur eisini sína tíð, serliga um tað skuldi hent, at fleiri mótmæli koma ímóti broytingunum, tí so skulu tey viðgerast væl og virðiliga.

Sostatt kann ikki væntast, at broytingarnar koma í gildi fyrrenn í fyrsta lagi um eitt hálvt ár.

Les eisini greinina: Spæla golf á Sandi um eitt ár.