Tað gjørdist ein misjavnur dagur hjá føroyingaliðunum í næstbestu norsku fótbóltsdeildini í dag.
Gullbrandur Øregaard var á vøllinum í fyrra hálvleiki, men var skiftur út í steðginum tá lið hansara, Sandnes ULF vann 2-1 á Stjørdal á útivølli.
Stjørdal legði seg á odda tá 33 minuttir vóru farnir, men sjey minuttir seinni javnaði Martin Ramsland fyri Sandnes. Sami Martin Ramsland tryggjaði Sandnes sigurin í tíðini dómarin hevði lagt aftrat.
Rógvi Baldvinsson var skiftur út aftaná 47 minuttir tá hann og liðfelagarnir í Bryne taptu 1-2 á heimavølli fyri Oslo KFUM. Oslo legði seg á odda tá eitt korter var farið av fyrra hálvleiki. Fimm minuttir undan steðginum javnaði Arne Gunnes fyri Bryne. Oslo skoraði sigursmálið til 2-1 tá bert tveir minuttir vóru farnir av seinna hálvleiki.
Meinhard E. Olsen spældi allan dystin tá hann og liðfelagarnir í Mjøndalen leiktu javnleik 1-1 á útivølli mótí Start Kristiansand. Sivert Overby legði Mjøndalen á odda tá 19 minuttir vóru farnir av fyrra hálvleiki. Start javnaði til tá 33 minuttir vóru farnir av fyrra hálvleiki.
Sandnes ULF er oddalið í deildini við fullum stigatali, seks stigum. Mjøndalen hevur fýra stig og enn hevur Bryne ikki fingið fyrsta stigið hetta kappingarárið.
Komandi týskvøld tekur Mjøndalen móti Stjørdal. Sandnes tekur móti Kongsvinger sama kvøld, og Bryne spælir á útivølli móti Sogndal.