Gerhard Lognberg, løgtingsmaður
----
Hvat er tað, ið hendur, tá talan er um Sandoy?
Talan hevur verið um at gjørt eitt laksakryvjivirki á Sandi, men allar møguligar forðingar hava verið, so tað datt á gólvið.
Nú meldaði ein av okkara vinnulívsmonnum út, at hann vildi vera partur av teimum, sum reisti 35 arbeiðspláss í Sandoy við heimstað heiman á Sandi, og var tað Poul Hansen. Eg má siga, at tað frøddi meg almikið, tá hann ringdi og greiddi frá síni ætlan.
Tað er ikki hvønn dag, at vit í hesu gloymdu oyggj fáa slíkar útmeldingar.
Men hvat nú?
Aftur stórar forðingar, jú prosjektið er aftur í ferð við at kollsigla, nú sær út sum hesir nýggju, sum vilja hjálpa okkara oyggj, bara kunnu fáa molarnar av borðinum frá øðrum.
Ein hjartans áheitan
til Johan Dahl, hetta nýggja kryvjivirkið hevur einki grundarlag bara við Sandsvág og onkrum lítlum afturat.
Góði Johan Dahl, tú má lata økið í Hesti verða partur av Sandoyarprosjektinum, ella doyr tað í føðingini.
Hvat er meiningin
við Sandoy, skal hon avtoftast, er tað tað, sum er meiningin. Við hetta lag verður ikki búgvandi. Í skrivandi stund fái eg at vita at framvegis er einki ferðasamband við meginøkið.
Fólk sleppir ikki til arbeiðis, ungdómurin ikki í skúla, helst verða teir skrivaðir fyri skulk, so tá prógvini skulu takast, er fráveran meira enn loyvt, so er tað fótin í eitt vist stað.
So í løtini eri eg sera mótfallin um tað, sum hendur, so eg seti mítt álit á teg Johan Dahl landsstýrismann í vinnumálum og biði teg um hjálp, tú hevur heimild til tað, og hevur tú meira enn so, rætt mær eina hond fyrr.