Sandoyar Fólkafloksfelag vil hava umboð í landsstýrið

- Verður telvað so, at vit her suðuri verða sett totalt uttan fyri, kemur hetta at hava katastrofalar avleiðingar fyri flokkin í oynni, sigur Sandoyar Fólkafloksfelag.

 

Til síðsta val gjørdi Fólkaflokkurin eitt rimmar val runt alt landið. Her í Sandoynni fingu vit eitt gott val, men kom okkara umboð tó ikki inn sum fastur tinglimur.

 

Tá vit so komu í samgongu, og flokkurin fekk trý landsstýrisfólk, kom okkara umboð á ting. Hetta var at frøast um, tí nú var alt landið umboðað í ting-og landsstýrismanning Fólkafloksins.

 

Tá so tvey av okkara landstýrisfólkum valdu at taka sætið á tingi aftur og frásiga sær landstýrissessin, var umboðið í Sandoynni aftur úti í kuldanum.

 

Sum støðan fyriliggur júst nú, eru allir partar av okkara oyggjasamfelag umboðað av fólkafloksfólki, verið tað tingfólk ella landstýrisfólk, men ikki Sandoyggin.

 

At hava umboðan í tí politisku skipanini, er av alstórum týdningi fyri Sandoynna, og tí vilja vit í Sandoyar Fólkafloksfelag leggja stóran dent á, at hugsa verður um Sandoynna, nú ting-og landsstýrismanningin verður umskipað, og nýggj landsstýrisfólk skulu tilnevnast.

 

Síðan 2011 hava vit her suðuri arbeitt hart fyri at fáa okkara umboð á ting, og hevur hetta eydnast í seks av árunum síðan, sjálvt um skipanin við einum valdømi leggur okkum stórar fótonglar í vegin.

 

Vit hava verið við til at borið nógvar atkvøður til flokkin, bæði av oynni og lokalt, og fleiri atkvøður av hesum hava ikki verið fólkafloksstemmur.

 

Síðsta fólkafloksumboð fyri Sandoynna í landstýrinum var John Petersen sum fiskimálaráðharri, og nærkast hetta 25 árum síðan.

 

Okkara umboð hevur verið borgarstjóri í 10 ár og tingmaður í seks ár, umframt tað, so hevur hann røkt aðrar álitispostar.

 

Hann hevur havt stóran týdning fyri oynna og hevur á ongan hátt spælt seg av A-liðnum, og verður hann settur av liðnum, meðan onnur fólk, óroynd í politikki verða tikin framum, verður tað við garanti at falla í ringa jørð í Sandoynni.

 

Verður telvað so, at vit her suðuri vera sett totalt uttan fyri, og onga umboðan koma at hava, um tað so er verandi umboð - ella okkurt annað - kemur hetta at hava katastrofalar avleiðingar fyri flokkin í oynni, og fer hetta uttan iva at fáa stóra neiliga ávirkan á Fólkaflokkin.