Sandoyartunnil skal gerast beinanvegin

Brandur Sandoy, tingmaður, vil hava vissu frá samgonguni fyri, at Sandoyartunnilin verður gjørdur beinanvegin, annars atkvøður hann ikki fyri at privat felag skal gera Eysturoyartunnilin

Fær Brandur Sandoy, tingmaður í Sandoy, ikki trygd frá samgonguni fyri, at farið verður undir Sandoyartunnilin beinanvegin, fer hann ikki at atkvøða fyri ætlanini at lata eitt privat felag gera Eyaturoyartunnilin.

 

Tað ger hann púra greitt, nú Løgtingið á ólavsøku skal taka støðu til um Eysturoyartunnilin skal vera almennur ella privatur.

 

Brandur Sandoy, sum sjálvur er í samgonguni, sigur, at hann fer ikki at lata seg tvingað til at atkvøða fyri eini ætlan, sum býður honum ímóti.

 

Samanumtikið er hann ímóti, at Eysturoyartunnilin verður gjørdur yvirhøvur.

 

Hann staðfestur, at tað er longu fast samband ímillum Havnina og Eysturoy. Tí heldur hann, at tað bera marglæti at gera ein undirsjóvartunnil, sum styttir farleiðina ímillum Eysturoy og Havnina í nakrar minuttir hjá einum lítlum parti av fólkinum.

 

Men nú politiskur vilji er fyri at gera tunnilin, hevur hann heldur ikki gjørt sær nakrar serligar tankar um hann skal vera privatur ella almennur.

 

Hann sær fyrimunir og vansar við báðum leistunum.

 

Hann ivast stórliga í um ein tunnil verður so góður handil, sum mong síggja fyri sær. Tí sær hann svart upp á, at landið skal lána yvir eina milliard til ein Eysturoyartunnil, og samstundis klára at fíggja ein Sandoyartunnil.

 

- Men verður tunnilin privatur, er tað í øllum førum púra vist, at ein fíggingarmøguleiki til Sandoyartunnilin verður tikin burtur.

Eysturoyartunnilin kann verða ein inntøkukelda, sum kann fíggja, ikki bara Sandoyartunnil, men eisini aðrar samferðsluútbyggingar kring landið, men verður hann privatur, er tann møguleikin endaliga fokin .

 

- Og tað kann eg ikki liva við, uttan so, at eg samstundis fái trygd fyri, at farið verður undir Sandoyartunnilin beinanvegin, sigur Brandur Sandoy.

 

Tí fer hann ikki at atkvøða fyri einum privatum Eysturoyartunli uttan so, at hann samstundis fær eina ítøkiliga trygd fyri, at Sandoyartunnilin verður gjørdur beinanvegin, tí tað er alneyðugt at hann verður gjørdur, framum ein marglætistunnil ímillum Havnina og Eysturoy.