Vit vita væl, at tað var ein góð búrmáltíð, at fáa Gomlurætt og tað sum hartil hoyrdi, men hvør er mettur fyri lívstíð av at fáa eina búrmáltíð. Skulu vit koma ájavnt við fólki á meginøkinum, so er tað neyðturviligt, bæði fyri sandoyingar og suðuroyingar, at vit fáa undirsjóvartunnilin og ongantíð ov skjótt, tí sannast má, at tað sum fyrst kemur í dag, kemur seinni í lag. Eg haldi her er nógv sum allareiðar er komi í bíðistøðu í Sandoynni. Listaskúlin, hvar er hann, eitt arbeiði, ljóðaði tað skuldi byrja útí Líð á Sandi, hvat er av tí? Ein tunnil skuldi gerast til Dals, hvar er hann og so skuldi ein ítróttarhøll standa liðug í ár, ikki dugi eg at fáa eyga á hana enn.
Tað er nemt at sita á meginøkinum sum nýggjur landsstýrismaður og siga seg at skula skera niður og so taka og kvetta allan framburð hjá einari og tildeils tveimum oyggjum, vit leggja tær bara burturúr og so forseta vit á meginøkinum og keypa okkum fínar hattar, hettar er sambandspolitikkur við lít.
Men nú fáa vit at vita, hvat aðrir flokkar á tingi siga. Livst so spyrst.