Fuglalívið í Sandoynni er í vanda. Tá undirsjóvartunnilin til oynna er veruleiki, kemur rottan í oynna ? og tá verður fuglurin týndur. Tað sigur Bergur Olsen, fuglafrøðingur
- Tunnil til Sandoynna er við at gerast veruleiki, og tí nærkast tíverri eisini tíðin, tá rottan kemur í Sandoynna. Rotturnar kunnu ganga ígjøgnum tunnilin, men mest sannlíkt er, at tær koma við í tí stóru ferðsluni, sum tá verður. Um so verður, er hetta størsti skaðin á fuglalívið, sum er gjørdur av mannaávum í nýggjari tíð, sigur Bergur Olsen í grein, sum verður prentað í Sosialinum í morgin, mikudagin.
Bergur Olsen sigur, at hetta førir við sær, at fuglalívið á Sandoynni fer at minka munandi. Í fyrsta umfari verður tað drunnhvítin, sum hvørvur, og síðani fer skrápurin. Lundin fer eisini at minka í stórum. Sjófuglurin er eisini minkaður seinastu árini í oyggjum har ongin rotta er, men hendan minkingin kemur av vantandi føði.
Fyrstu rotturnar komu til landið við einum vraki, sum rak á land í Suðuroy í 1768, og tær nørdust skjótt. Tær komu skjótt til aðrar oyggjar, men enn eru nakrar rottuleysar oyggjar. Umframt Sandoynna eru Svínoy, Fugloy, Mykines, Koltur, Hestur, Skúvoy, St. Dímun og L. Dímun rottuleysar. Hetta eru alt oyggjar við nógvum fugli, men so hvørt sum sambandið millum oyggjarnar gerst betur, veksur vandin fyri, at rottur eisini verða fluttar til hesar oyggjar ? og tá kemur fuglurin í vanda.
Bergur Olsen heldur tí, at vit mugu hava eina tilbúgving til reiðar.
- Fyribils er tað einasta, vit kunnu gera, at verja tær oyggjar, sum enn ikki hava fingið rottur. Fyrst og fremst má alt gerast fyri at tryggja, at rottur ikki verða fluttar út á oyggjarnar. Um óhapp henda, ella illgruni er um, at rottur eru komnar í eina av hesum oyggjum, má ein tilbúgving vera til reiðar, sum alt fyri eitt kann fara til verka, áðrenn rotturnar nørast og spjaðast, heldur Bergur Olsen.
Hann vísir á vælhepnaðar royndir í New Zealandi at týna rottur á oyggjum ? eitt nú við servandun hundum, og heldur, at ein tilbúgving ikki kostar so nógv í mun til tær 800 milliónir krónurnar, sum verða nýttar til ein slíkan tunnil.