Nú er gjørt av, at tað verður hósdagin, at síðsta skotið í Sandoyartunnlinum verður skotið. Tað er eisini gjørt av, hvør sleppur at skjóta seinasta skotið.
Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum og samferðslumálum, skrivar á Facebook beint nú, at hann hevur fingið 94 ára gomlu Harriet Krog Jensen av Sandi at skjóta seinasta skotið saman við honum.
Men hann leggur afturat, at nú hevur Korona herjað alla famljuna hjá honum og nú er hann eisini eisini sjálvur. Hann sigur, at hann er ísakaldur og hostar og liggur undir tveimum dýnum. Sostatt er tað óvist um hann yvirhøvur fær verið við, men hann sigur, at berst honum frá, er hann ikki í iva um at Harriet klárar skotið sjálv.