Sandoyggin - ein mentanarsýsla

Um vikuskiftið varð árliga Sandoyarstevnan hildin í Skálavík.
Í hesum sambandi helt Fríðleif Lydersen, ið er ættaður higani, men starvast sum prestur í Noregi, røðu.

Her tók hann millum annað soleiðis til um mentan okkara:

- Stevnurnar eru týdningarmikil partur av mentan okkara, men Sandoyarstevnan er bert ein lítil partur av mentan okkara her í sýsluni. Sandoyar sýsla er ein mentunar sýsla av teimum fáu, tí vit hava havt og hava eitt ríkt mentunarlív her í sýsluni. Úr Sandoyar sýslu eru komin nógv, og koma nógv íkøst til landsmentanina, samstundis sum vit hava havt og framhaldandi hava ríka mentan í sýsluni.

- Skálavíkin hevur fostra tveir teir størstu rithøvundarnar í landinum, Heðin Brú og Kristian Osvald Viderø; í Húsavík eru gomlu gróthúsini varðveitt; í Dali er ríka ;kvæðamentanin varðveitt, á Skarvanesi hava fólk aftur búsett seg; á Sandi er eitt hitt frægasta listasavnið her á landi; í Skopun varð fyrsta føroyska prædikan hildin; í Skúvoy er gamla bjargamentanin varðveitt, og í Dímun er gamalt hondverk gjørt til vinnuveg.

- Øll eru vit mentanarfólk, antin vit vilja tað ella ikki, tí øll eru vit við til, at skapa ein felags samleika. Eg kann taka meg sjálvan sum dømi, eg eri skálvíkingur, sandoyingur og føroyingur, men hetta eru trý sløg av samleika, men tó í einum og sama persóni. Eg eri øll hesi trý alla tíðina, men ein kann kanska siga, tá ið eg eri í Sandoynni, so eri eg skálavíkingur, tá ið eg eri aðrastaðni í Føroyum, so eri eg sandoyingur, og tá ið eg eri uttanlanda, so eri eg føroyingur, vísti Fríðleif Lydersen á.