Sandoyggin fær fast samband

SEV leggur í dag nýggjan kaðal tvørtur um Skopunarfjørð

Síðani í februar í fjør hevur Sandoyggin fingið elmegi frá motorverkinum, sum SEV hevur í Skopun, men nú fær oyggin aftur elorku innan av meginøkinum.


Í morgun fór svenska kaðalskipið Plejel undir at leggja nýggjan elkaðal um Skopunarfjørð. Byrjað varð sandoyarmegin, har kaðalin fer í sjógv nakað sunnan fyri Skopunar bygd. Síðani fer kaðalin í ein boga eysturá og snarar so aftur vesturá og kemur upp á land norðan fyri bygdina í Kirkjubø.


Í sambandi við arbeiðið at leggja nýggja kaðalin hava SEV og Landsverk kannað viðurskiftini á botni. Størsta dýpið, sum kaðalin liggur á, er 80 metrar. Nýggi kaðalin er tann fjórði í røðini. Tann seinasti helt í 25 ár, men fór í februar í fjør.


Nýggi kaðalin er smáar níggju kilometrar langur og 11,6 centimetrar í tvørmát. Hvør metur vigar góð 41 kilo, so kaðalin vigar góð 400 tons. Sjálvur kaðalin kostar 19 milliónir krónur, og við útlegging og øðrum útreiðslum kostar tað SEV 23 milliónir krónur at skifta kaðalin, sigur Finn Jacobsen, tekniskur stjóri hjá SEV.



Loyst aðrar uppgávur


Nú Plejel hevur verið í Føroyum, hevur skipið loyst ymsar uppgávur fyri SEV. Eitt nú hevur skipið tikið tað gamla spennið um Leirvíksfjørð upp, og partar av tí gamla kaðalinum um Skopunarfjørð eru lagdir út tvørtur um Trongisvágsfjørð og millum Eiði og Haldarsvík.


Tað, sum ikki kundi brúkast aftur av sandoyarkaðalinum, er skorið sundur og pakkað í bingjur og verður sent kaðalvirkinum NKT í Danmark. Gamla spennið um Leirvíksfjørð fer sama veg.