Eitt er tað, at Sandoyggin eigur helmingin av formansskapinum bæði Páll á Reynatúgvu og Gerhard Lognberg, løgtingsmann úr Sandoynni, vórðu í dag valdir í formansskapin sum ávikavist triðji og annar løgtingsformaður.
Men tá landsstýrisfólk verða tilnevnd mánadagin, fær Sandoyggin uttan iva enn ein tingmann. Roknað verður avgjørt við, at tey trý, sum skulu umboða Fólkaflokkin í landsstýrinum vera av teimum átta, sum vald eru á ting. Um so er, so kemur Brandur Sandoy, borgarstjóri á Sandi, inn sum tann triði varamaðurin.
Um so verður, so verður tað fyrstu ferð í søguni, at Sandoyggin hevur tríggjar løgtingsmenn. Síðani floksbýtið í 1906 hevur Sandoyggin hava tveir tingmenn, sum tryggjað varð í skipanini við valdømunum.
Við seinasta løgtingsval hevði Sandoyggin fyri fyrstu ferð bert ein tingmann meðan hesa ferð, sum er aðru ferð, vit hava valt Løgtingið við landinum sum einum valdømi fær gamla Sandoyar valdømi tríggjar tingmenn.