Eftir at nakað av skriving hevur verið í bløðunum um læknaviðurskiftini í Sandoynni, hevur Bill Justinussen tikið samanum og latið okkum vita, hvørjar ætlanir hann hevur um at loysa trupulleikan. Nú eru hansara ætlanir ikki ókendar, tær komu til sjóndar í løgmansrøðuni. Hóast víst var á, at fólkið her suðuri ikki fór at góðtaka hesa ætlan, tykist ikki sum landsstýrismaðurin ætlar at broyta kós.
Samfelagið er útbygt á øllum økjum hesi seinastu árini. Heilsuverkið er nógv útbygt, og ætlanir eru um støðugar útbyggingar komandi árini. Men á einum øki ætlar landsstýrismaðurin at fara hinvegin og um ikki niðurleggja, so í hvussu so er skerja tænastuna munandi. Í 80 ár hevur lækni verið tøkur í oynni døgnið runt hvønn dag í árinum, men nú heldur landsstýrismaðurin, at ongin lækni nýtist at vera tøkur í økinum frá kl16 til kl 8 morgunin eftir og ei heldur í vikuskiftinum.
Tað er ringt at taka landsstýrismannin í álvara, tá hann heldur at hetta skulu fólk í Sandoynni lata sær lynda, tí á smáu oyggjunum og um borð í skipi eru heldur ongir læknar. Hann kundi skoytt uppí, at læknar eru heldur ikki við, tá menn fara burtur í haga og eru allan dagin frá húsum.
Nú eri eg ikki óvitandi um, at trupulleikar hava verið at uppihalda læknatænastuna í Sandoynni seinastu árini. Tvey læknastørv eru normerað til øki, og trupult hevur verið at manna hesi størv. Men fyri tað mugu vit ikki sleppa endanum og geva upp. Fyri tað um støðan í løtuni er trupul, kunnu viðurskiftini broytast. Tað tykist eisini, sum um man hevur læst seg fastan í ávísar loysnir og er bangin fyri at ganga nýggjar leiðir, tí uppskotini um loysn av málinum tróta ikki. Á evnisfundinum hjá útnorðurráðnum í Grønlandi í summar, har Bill Justinussen eisini var til staðar, var t.d. upplýst hvussu íslendingar hava loyst trupulleikan við læknavaktum uttan fyri viðtalutíð. Teir hava nevniliga boðið vaktina út í almenna lisitatión.
Loysnin sum Bill Justinussen skjýtur upp ( men sum kanska ikki er hansara egna) er ein háðan móti fólkinum í Sandoynni. Hevði tað kanska verið hugsandi, at læknavaktin hjá havnarfólki sat á Sandi? At læknavakt er í Sandoynni er ikki nakað krav, so sum Bill Justinussen førir fram. Hetta er ein rættur sum fólkið her suðuri hevur havt í eini 80 ár. Og henda rætt vilja vit sjálvandi ikki missa,líka lítið sum vit høvdu góðtikið at "Borðoyarnes" aftur varð settur í rutu millum Skopun og Tórshavn! Sandoyggin er so afturútsigld á so at siga øllum økjum, at vit hava skyldu til at byggja upp, heldur enn at bróta niður.