Sandoyingar eitt stig í Sarpugerði

Sandoyingar fara úr Sarpugerði við einum stigi. Úrslitið var 2-2. Sandoyingar høvdu gott tak á spælinum í 2. hálvleiki, men tað darvaði teimum ikki so lítið síðstu løtuna, at Símun Hansen varð vístur av vøllinum fyri fullkomuliga óneyðuga hevnisøku.

Í 1. hálvleiki var tað Víkingur, sum legði seg á odda. Málskjútti var Erling Jacobsen. Sandoyingar svaraðu skjótt aftur við máli, sum Patrick Sunday skoraði.

Í 2. hálvleiki var tað Mikkjal Hentze, sum legði sandoyingar framum. Tá ið Víkingur javnaði var tað við stútara eftir fríspark. Hjartvard Hansen stútaði. Á vegnum í málið tók bólturin í fleiri sandoyingar, áðrenn hann fór í málið. Dómarin skrásetti málið sum sjálvmál, tí bólturin neyvan hevði farið í málið, um hann ikki hevði tikið í verjuspælara.

B71 hevði fleiri málmøguleikar, men í síðstu løtu var um reppið, at heimaliðið fór við øllum, tá ið teir høvdu bóltin á stólpanum. Miðverjin Sam Jacobsen átti hetta skotið.