Nú fáa sandoyingar kanska betri ferðasamband.
Í øllum førum er tankin farin at spøkja í politisku skipanini um at seta strandfaraskipið Ternuna í sigling ímillum Gomlu Rætt og Skopun afturat Teistanum.
Sandoyingar hava ferð eftir ferð fýlst á, hvussu long bíðitíðin er at sleppa við Teistanum, tí hann nøktar verri enn so tørvin á tí stríða streymi av ferðafólki, bilum og farmi, sum er um Skopunarfjørð.
Tað er so galið, at sandoyingar hava sagt, at teir noyðast mangan oman á ferjuleguna við morgunmatinum í hondini í tímar áðrenn Teistin siglur, fyri at tryggja sær pláss og ein bíðitíð upp á tveir, tríggjar tímar, ella meir, er ikki óvanlig.
Og tað halda teir ikki er hóskandi, nú vit eru farin um gáttina til 21. øld.
Tað er eisini ein høvuðsgrundgeving fyri at fáa undirsjóvartunnil, tí teir siga, at vánaliga ferðasambandið forðar fyri menningini í oynni.
Men nú kannar politiski myndugleikin so møguleikan at seta Ternuna í siglingina afturat Teistanum.
Strandferðslan hevur roknað út, at tað kostar góðar 600.000 krónur um mánaðin at seta Ternuna í sigling um Skopunarfjørð og fyri ta upphæddina fáast sjey túrar afturat úr Skopun um dagin og sjey túrar afturat av Gomlurætt afturat teimum níggju túrunum, sum nú eru yrkadagar.
Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna í lógmálum staðfestir, at sum er, hevur hon ikki fígging til at seta Ternuna í sigling, so skal nakað henda á hesum øki, má Løgtingið játta peningin og tað fáa vit onki at vita um, fyrrenn Løgtingið hevur samtykt fíggjarlógina.
Spurningurin er eisini, hvussu leingi Løgtingið vil játta pening til Ternuna og um hon sostatt skal sigla alt árið, ella um tað bara vera í summarmánaðunum.
Helena Dam á Neystabø sigur eisini, at kann verður eftir, hvussu ferðslumynstrið er um Skopunarfjørð og endamálið við tí er at vita, um tað ikki ber til at javna flutningin av farmi soleiðis, at Teistin verður betri útnyttaður og so at farmurin ikki trokar seg saman um einstakar fráferðir við teirri avleiðing, at bilar koma at standa eftir.