B71 spælararnir vóru ovurfegnir, tá Lassin Isaksen bríkslaði fyri seinastu ferð á Eiði leygarkvøldið. Teir høvdu vunnið stevnudystin og harvið steypið, sum Idé húsið hevði latið. Kortini var tað nógv týdningarmiklari enn steypið, at B71 menninir kundu fara um Skopunarfjørð við øllum stigunum. Viðførið hevði við sær, at sandoyingar komu undan aftasta plássinum, og tann veruleikin ber møguleikar við sær til, at teir framvegis kunnu sleppa av næstniðasta plássinum.
Tað ber væl til at siga, at sandoyingar leygarkvøldið fóru aftur í fýrsini. Í hendinga torførari skaða og leikbanna støðu vóru teir noyddir at grava fleiri veteranar framaftur. Eli Hentze og Kári Reynheim kunnu vit siga eru vanligir veteranar. Ib Mohr Olsen og Páll á Reynatúgvu kunnu vit kalla superveteranar. Tað sást væl, at teir hava ikki vant nakað serligt, men allir hesir fýra hava royndirnar, sum eru so sera týdningarmiklar, og teir brúktu tær til fulnar.
Áðrenn vit fara víðari við sjálvum dystinum, so mugu vit skunda okkum at leggja afturat, at tað munnu vera fá pláss í allari verðini, har landskappingardystir í fótbólti á hægsta stigi eru á skránni, at umhvørvið er so hugtakandi, sum tað var í dýrdarveðrinum á Mølini leygarkvøldið. Vatnið, Mølin, Flógvin, silvitnið, Kollurin, bakkin, høgu fjøllini fyri sunnan og áskoðararnir, ið tóktust sita sum fuglar á rókunum var ein sjón, sum neyvan sæst nógva staðni, har teir stríðast í UEFA og FIFA høpi.
Dreymurin veruleiki
Tað sigur seg sjálvt, at tá talan er um sovorðið høkjulið, sum tað teir í B71 vóru noyddir at koma til Eiðis við, so er útgangsstøðan ikki at bjóða av í kapprenning um stigini.
B71 vildi hava EB/Streym at bjóða av, og so vildu teir bíða eftir møguleikunum at fara í snarálop. Hesar fyritreytirnar styrknaðu nógv, tá B71 í fyrsta gjøgnumspælda álopinum fekk hol á. Eftir uppspæl í høgru legði Kári Reynheim innfyri, Kári Sørensen var fyrstur á innlegginum, og bólturin endaði í kassanum aftanfyri Gunnar á Steig.
EB/Streymur svaraði beinanvegin aftur, og tað var vorðið sum mál. Eftir fínt innlegg úr høgru tamdi Sorin Anghel, sum í 1. hálvleiki var eyðsýndur, men sum fánaði alt meiri eftir steðgin, sera hegnisliga, áðrenn hann beindi bóltinum í málið.
Sandoyingar løgdu seg framum aftur. Enn eina ferð gekk uppspælið fyri seg í høgru, og enn eina ferð átti Kári Reynheim innleggið. Julian Floresco, sum var so mikið pjøssaður saman, at hann kundi spæla í ein góðan tíma, rann í bóltin og drønstútaði í málið, og so var B71 aftur omaná.
Tað stóra korterið, sum var eftir av 1. hálvleiki, var tað stak undirhaldandi. Ferðin var høg, Jón Sigurd Gleðisheygg, Sorin Anghel og Andrzej Pacek (fínt langskot) høvdu møguleikar at javna, og í hinum endanum hevði B71 í snarálopum tveir risastórar møguleikar at økja um leiðsluna. Eli Hentze stútaði eftir frísparksinnlegg í stólpan, og so var tað um reppið, at tað eydnaðist at lobba upp um málverjan, men bólturin endaði í føvninginum á Gunnari á Steig.
Hugflogið burtur
Í 2. hálvleiki myndaðist tað akkurát, sum tað kundi roknast við. Sandoyarliðið tók nógv fólk aftur á egna hálvu. Kári Reynheim var einsamallur frammi. Hann fekk fatur á fleiri bóltum og dugdi at fáa innkøst og fríspørk burturúr.
Í hinum endanum sást væl, at heimamenninir trivust ikki serliga væl í leiklutinum at mynda spælið heldur enn at bíða eftir snarálops møguleikum. Teir á EB/Streyma liðnum gloymdu at toga spælið langt út í borðini og at royna við longum skiftum og yvirlappum, soleiðis at gomlu menninir hjá teimum gulu og bláu høvdu verið noyddir at renna og harvið møðast. Í staðin var ferðslan á miðásinum stór, og tað var matur fyri Páll á Reynatúgvu, Ib Mohr Olsen, Bernhard Petersen og Bergleif Sólsker, sum bakkaðu hvønn annan upp og hildu heimamenninar frá fatinum.
Stóra trýstið hevði fleiri spentar støður við sær. Eftir horna úr høgru stútaði Pacek aftanfyri handara stólpan og tvørtur um aftur, har Jón Sigurd Gleðisheygg var púra leysur, tá hann ein metur frá mállinjuni stútaði skeivu megin tvørtræið.
Høgu bóltarnar, sum EB/Streymur legði í brotsteigin, tók Nowisci í B71 málinum sær fyri tað mesta av. Heimaliðið skifti fólk, men tað segði tað sama.Fyri aðru ferð í ár tapti EB/Streymur ímóti B71, sum fekk í bjargingarlínuna. Og so skal leggjast afturat, at í gleðisrúsinum hóttu B71 menninir við, at teir ongantíð aftur skulu brúka Páll á Reynatúgvu og Ib Mohr Olsen í bestu deildini. So er tað komið upp á prent!
EB/Streymur: Gunnar á Steig ? Ólavur Poulsen, Alfred Jacobsen, Christian Carlsson ? Halltórur Joensen, Knút Vesturtún, Andrzej Pacek, Andreas Dahl, Eyðfinn Joesen ? Sorin Anghel, Jón Sigurd Gleðisheygg
B71: Valdemar Nowisci ? Bergleif Sólsker, Ib Mohr Olsen, Bernhard Petersen ? Kári Sørensen, Símun Hansen, Eli Hentze, Páll á Reynatúgvu, Hans Jørgen Djurhuus ? Kári Reynheim, Julian Floresco