Sandoyingar fáa ikki serviðgerð

Sandoyingar fáa somu viðferð sum øll onnur

Sandoyingar fáa ikki framíhjárætt til at fiska uppsjóvarfisk.

Tað staðfestir Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum.

 

Páll á Reynatúgvu, tingmaður fyri Tjóðveldi, hevur spurt hann, um nakrar umsóknir eru úr Sandoyingum um loyvi til at fiska uppsjóvarfisk og um hann heldur, at tað er rímiligt, at sandoyingar ikki fáa lut í hesum ríkidømi.

Men Jacob Vestergaard sigur, at uppsjóvarfiskurin verður ikki brúktur til økismenning ella nakað annað.

 

Hann sigur, at fiskimálaráðið hevur fingið ein hóp av umsóknum um loyvi til nýggj skip ella innflutt skip til uppsjóvarfiskiskap.

- Fiskimálaráðið hevur ikki gingið hesum umsóknum á møti, tí mett hevur verið, at verandi skip og floti kunnu fullnýta tær kvotur av uppsjóvarfiski, sum føroysk skip hava havt rætt til at fiska, sigur hann.

 

Nøkur undantøk hava verið, men har hevur talan verið um at skifta eitt skip út við eitt annað skip eftir lógini um  vinnuligan fiskiskap.

Jacob Vestergaard staðfestir eisini, at onkrar av umsóknunum um loyvi til at útvega uppsjóvarskip, hava verið úr Sandoynni.

 

Men hann sigur, at umsóknirnar úr Sandoynni verða viviðgjørdar sum allar aðrar umsóknir.

- Tað hevði tí ikki verið rímiligt at tikið umsóknir úr Sandoynni fram um umsóknir aðrastaðni frá, sigur landsstýrismaðurin.

Hann leggur afturat, at treytirnar fyri at fáa loyvi at fiska uppsjóvarfisk, eru ásettar í kunngerðum, sum fevna um fiskiskap eftir hesum fiskasløgum. Her verður sipað til makrel, norðhavssild og svartkjaft.

 

Treytirnar fyri at skifta eitt skip út við eitt annað eru ásettar í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap og yvirskipaða reglan er, at skipið, veiðiloyvið verður flutt til, skal ikki hava størri veiðiorku enn skipið, veiðiloyvið verður flutt frá.

- Er talan um veiðiloyvi til uppsjóvarfisk, rækjuveiði ella til fiskiskap uttan fyri føroysku landleiðirnar, kann landsstýrismaðurin gera undantak frá hesum kravi.

 

Hann sigur annars, at í Klaksvík eru tvey nótaskip, í Gøtu eru trý og eitt er í Fuglafirði.

Í Klaksvík, Gøta og Miðvágur hava hvør sítt ídnaðarskip og harafturat er eitt svartkjaftaskip í Klaksvík.