Sandoyingar fagnaðu drotningini

Sandoyingar møttu mannsterk upp, tá Margreta, drotning, í dag vitjaði á Sandi. Fyrst vóru nógv fólk savnaði, tá drotningin kom til oynna, men eisini tá sandoyingar fingu høvi at heilsa upp á drotningina uttanfyri kirkjuna, nýttu nógv høvi. Mett verður, at eini 400 sandoyingar vóru komin at heilsa upp á drotningina í góðveðrinum.


Margreta, drotning, er á vitjan á Sandoynni í dag, eftir at hon í gjár var í høvuðsstaðnum. Vitjanin byrjaði klokkan 09.45 í morgun, tá Brandur Sandoy, borgarstjóri á Sandi, Aksel V. Johannesen, løgmaður, og Dan M. Knudsen, ríkisumboðsmaður, tóku móti henni, tá hon kom á Sand við Dannebrog.


Síðani hevur drotningin verið víst runt ymsastaðni kring oynna. Klokkan 12.20 fingu íbúgvarnir í oynni so høvi at heilsa upp á drotningina uttanfyri kirkjuna.


Fyri løtu síðani bjóðaði Sands kommuna drotningini og hennara fylgi til ein miðmála, áðrenn leiðin aftur gongur til Havnar.