B71 og sandoyingar hava lagt rygg til nógv tap og eisini stór tap í ár.Í dag eydnaðist tað at vinna fyri triðju ferð í ár, og tað var vorðið sum sigur. B71 vann 7-2 á heimavølli ímóti teimum næstbestu hjá Víkingi!
Fyrsti sigurin var á Argjum (2-0) 9. apríl, og næsti sigurin var 6. August á heimavølli ímóti KÍ (2-1).
Stóri maðurin hjá B71 var Ibrahim Camara, sum skoraði reint hattrikk.
Tummas Pauli Olsen setti hol á, tá ið stívliga tíggju minuttir vóru farnir. Miðskeiðis í fyrra hálvleiki javnaði Fannhard Skoradal fyri Víking, og so var tað, at Ibrahima Caamara í tólv minuttir kring steðgin skoraði hattrikk og harvið legði B71 framum 4-1.
Liðformaðurin Markus Clementsen økti til 5-1, tá ið hann umsetti brotsspark til mál. Tá var ein tími farin, og tveir minuttir seinni var aftur brotsspark, sum Tonni Thomsen umsetti til mál, og so var støðan 5-2. Patrick Toh og innskifti Rani Nicolajsen staðfestu rimmar sigurin – 7-2 til B71.
Sigurin ber við sær, at B71 lyfti seg av tíggjunda og fram á níggjunda pláss.