Sandoyingar í hálvfinaluni

Við sínum fyrsta sigri á Sevmýri síðani 1996 vann B71 sær hósdagin sess í hálvfinaluni í kappingini um Løgmanssteypið, og so langt eru teir ikki komnir í steypakappingini síðani í 1994

Løgmanssteypið

Kristi Himmalfaradag hittust tey bæði liðini, sum í fjør stríddust um at vinna næstfremstu deildina, í fjórðingsfinaluni í steypakappingini. TB og B71 brustu saman á Sevmýri, og tá ið avtornaði endaðu sandoyingar omaná, men neyðugt var at spæla í 120 minuttir fyri at finna ein vinnara.

Tvøramenn javnaðu í evstu løtu
Í fyrra hálvleiki av dystinum á Sevmýri vóru tað kanska gestirnir, sum vóru teir vandamiklaru, men tað var tó heimaliðið, ið setti hol á. Fyrri hálvleikur var hálvrunnin, tá ið Hallur Christiansen fekk pláss úti í høgra borði til at leggja innfyri, og við handaru stong kom veteranurin Jón Johannesen tuskandi, og hann langaði bóltin í netið til 1-0.
Eftir leiðslumálið var B71 fleiri ferðir nær við at javna, tá ið teir royndu seg við góðum skotroyndum, men Predrag í TB-málinum vísti veruliga, hvør dugur er í honum. Men TB-málverjin noyddist tó at kapitulera beint undan steðginum, tá ið Símun Hansen við einum dreymalangskoti úr 25 metra fjarstøðu, ið tók í samankomingina, áðrenn tað fór í netið, syrgdi fyri, at javnvág aftur var í dystinum.
Útjavnandi málið hjá sandoyingum gav teimum blóð upp á tánna, og teir tóku eisini leiðsluna stutt eftir steðgin. TB misti bóltin í uppspælinum, og Clayton Soares hjá B71 snýtti ein verjuleikara, áðrenn hann gjørdist leysur við Predrag og skoraði trygt.
Nú lá trýstið á tvøramonnum at fáa javnað, og tað ið eftir var av dystinum var fyri ein stóran part eitt langt TB-álop. Men heimaáskoðararnir noyddust tó at bíða heilt til næstseinasta minuttin, áðrenn tað endiliga eydnaðist at koma ájavnt við B71 aftur. Ein bóltur bleiv sendur inn um verjuna hjá B71, og Emanuel Larby fekk akkurát prikað bóltin framvið Símun Rógva Hansen í málinum hjá sandoyingum til 2-2.
Neyðugt var tí við umdysti á tvær ferðir 15 minuttir, og tað var kanska væntandi, at útjavnandi málið hjá TB í evstu løtu hevði ?knekkað? B71, men so var ikki. Sandoyingarnir høvdu munin, og teir høvdu eisini nóg mikið av neyvleika til at fáa avgerandi málini. Clayton Soares skoraði til 3-2, tá ið hann fangaði ein bólt í TB-verjuni. Hann sá, at TB-málverjin var staddur nakað uttarlaga, og brasiliumaðurin lyfti hegnisliga bóltin upp um Predrag til 3-2 til gestirnar.
Í seinasta minuttin bleiv tað so 4-2, tá ið Eirikur Poulsen kom á máltalvuna. Beint áðrenn Eirikur skoraði til 4-2, var TB um reppið at javna til 3-3, men Símun Rógvi Hansen í B71-málinum bjargaði meistarliga.

TB megnaði ikki at skapa dystin
Tað var stórur saknur í teimum báðum, Alexander Jovevic og Daniel Nyarko, á miðvøllinum hjá TB. Báðir tveir eru skaddir, og uttan teir báðar á liðnum, valdu tvøramenn í flestu førum at leypa miðvøllin um, tá ið teir fóru í álop.
Sandoyingar stóðu væl á vøllinum, og hóast teir vóru undir stórum trýsti, so megnaði unga manningin hjá B71 at standa ímóti áhaldandi trýsti, og teir høvdu eisini tol til at spæla bóltin fram eftir vøllinum.
Tað sást aftur í dystinum, at TB vanligani ikki er tað liðið, ið skapar ein dyst, tá ið teir spæla í Formuladeildini, tí teir høvdu ógvuliga ilt við at verða skapandi liðið í dystinum hósdagin. Tá ið B71 so tók leiðsluna í dystinum, gjørdist uppgávan møtumikil hjá heimaliðnum, og tá ið avtornaði endaðu sandoyingar omaná, og teir eru nú klárir til hálvfinalurnar móti gøtumonnum.