Sandoyingar hava vunnið á korununi

1. DEILD: Hóast tríggir hava verið koronuraktir og átta hava verið í sóttarhaldi, so megnaðu sandoyingar í gjár í Klaksvík at vinna trivaligan sigur, sum ber við sær, at B71 framvegis er við í kappingini um at flyta upp

Fyri einari viku síðani kvíddu teir í B71 fyri, hvussu tað fór at vera hetta vikuskiftið. Síðsta vikuskiftið varð heimadysturin ímóti NSÍ útsettur, tí tríggir spælarar vóru koronusjúkir, og fimm aðrir saman við venjaranum vóru í sóttarhaldi.

Tá segði formaðurin, Karl Vidtfeldt, at teir ætlaðu sær norður til Klaksvík leygardagin, tí spælararnir og venjarin týsdagin vóru leysir av sóttarhaldinum. Hann dugdi tó ikki at siga, hvussu spælararnir fóru at vera fyri, nú teir ikki høvdu vant í fleiri vikur.

Í gjár var B71 í Klaksvík og spældi ímóti teimum næstbestu hjá KÍ, og tað gekk heilt væl, tí B71 vann 5-2. Sigurin ber við sær, at sandoyingar framvegis eru við í kappingini um aftur at vinna sær sess í bestu deildini.

B71, sum er á sjeynda plássi við 22 stigum, kappast við 07 Vestur, sum hevur 23 stig, og B68, sum hevur 24 stig, um at flyta upp. B68 og 07 Vestur hava spælt 16 dystir, og B71 hevur spælt 15 dystir. Leygardagin fer B71 at spæla útsettan heimadyst ímóti NSÍ.

Tølini siga, at 23 ára gamli danin Valdemar Schousboe er kærkomin styrkur hjá B71. Hann hevur spælt tríggjar tær seinastu ferðirnar – í fyrsta dystinum varð hann skiftur inn, tá ið ein hálvur tími var eftir – og hann hevur skorað fimm mál. Í gjár var hann ferfaldur málskjútti. Tá ið ein tími var farin, hevði hann skorað hattrikk, og B71 var frammanfyri 3-0. So minkaði 18 ára gamli Gulak Jacobsen tvær ferðir um munin, og tá ið tað var 3-2, var tað spennandi í eina løtu.

Fram ímóti dystarenda løgdu klaksvíkingar nógv fyri í roynd at vinna stig, og tá skoraði B71 tvær ferðir og vann 5-2. Málskjúttar vóru Valdemar Schousboe og Clayton Soares.

Nú KÍ er upptikið í Europa, og avgerandi dystir í landskappingini í bestu deildini bíða, vóru eingir spælarar, sum plaga at vera á besta liðnum, at síggja á næstbesta liðnum. Har plaga annars at vera einir tríggir ella fýra av teimum, sum regluliga eru á listanum hjá besta liðnum.

KÍ hevur 23 stig, og B71 hevur 22 stig.

Leygardagin verður bara útsetti dysturin millum B71 og NSÍ. 12. september fær B71 vitjan av AB, og KÍ skal út á Svangaskarð.